Petur, Vilmund og Paula fremst

Nú annað umfarið í Grand-Prix kappingini í borðtennis fer í gongd um vikuskifti, verður hugt at støðunum í teimum ymsu deildunum

Sum kunnugt verður ársins næsta Grand-prix kapping í borðtennis leikt Badmintonhøllini í Havn komandi leygardag.

Hetta er annars fyrstu ferð, at NTSF, Borðtennissamband Føroya, skipar fyri eini veruligari Grand-Prix kappin gjøgnum ein heilan vetur. Sum so er ein slík kapping ikki øðrvísi skipað enn ein vanlig opin kapping, men munurin hesu ferð er, at hetta er ein miðvís kapping, sum fevnir um trý vikuskifti, og har leikarar fáa eitt ávíst stigatal fyri vunnar dystir.


Petur fremst í meistaradeildini

Hyggja vit at úrslitunum í fýra teimum bestu deildunum, síggja vit, at í meistaradeildini liggur Petur Niclasen, Tór, fremst við fullum stigatali, nevnliga 500. Næstur honum koma Eyðun Luid, Tór, við 470 stigum, Fríði Jensen, TBF, við 450 stigum og Birgir Carlson, Tór, eisini 450 stig.

Higartil í ár hevur Petur havt eitt gott kappingarár, og hann vann eisini opnu kappingina, sum var fyrsta tiltakið hjá BTSF í vetur.

Enn er tó einki avgjørt í meistaradeildini, tí roknast kann við, at flestu dystirnir verða javnir og neyvan avgjørdir fyrr enn í evstu løtu.


Vilmund fremst í meðaldeildini

Í meðaldeildini liggur Vilmund Jacobsen, B68, fremst við 500 stigum, sum fult stigatal. Næstur honum liggja Niels S. Johannesen, Tór, við 470 stigum, Paula Eikhólm, Streymur, við 450 stigum og Vagnur Nolsøe, TBF, sum hevur 430 stig.

Kappingin í meðaldeildini er kanska ikki eins spennandi, og tann í meistaradeildini, men enn kann alt henda, tá ið tað framvegis resta tvær av teimum trimum kappingunum.


Paula, Heidi og Eyðun

Í kvinnudeildini hevur Paula Eikhólm 500 stig, systurin, Súsanna Eikhólm hevur 470 stig, meðan Elinborg Nygaard, TBF og Sunrid M. Hansen, OyÍF, hava ávíkavist 450 og 435 stig.

Í gentudeildini er støðan tann, at Heidi M. Hansen hevur 500 stig, Maibritt Magnussen hevur 470 stig, Eleonora Kerá hevur 450 stig og Birita Rasmussen hevur 435 stig. Allar fýra koma tær úr OyÍF.

Í unglingadieldini er støðan tann, at Eyðun Jacobsen úr B68 og Martin Olsen úr Tór eru á odda. Eyðun hevur 500 stig, meðan Martin hevur 475 stig.