Peugeot 307 - stationvognur við upp til 7 sitiplássum

Síðan Peugeot 307 kom á marknaðin í fjør, hevur sølan av bilinum gingið avbera væl. Nú kemur stationvognurin, 307 SW, á marknaðin. Talan er um ein bil, sum kann hava upp til 7 sitipláss. Tað, at meira enn helvtin av takinum er glas, gevur sera gott útsýni og ljós inni í bilinum

Magnus Gunnarsson

Peugot 307 SW er bygdur yvir sama plattform sum hatchback útgávan, men aksilfrástøðan er 10 cm longri. Kabinan er innrættað við trimum baksetrum og møguleika fyri tveimum setrum á aftastu rekkju, soleiðis at bilurin kann hava tilsamans 7 sitipláss.

Trygdin
Bilurin verður gjørdur við 1.6 og 2.0 litur bensinmotorum við 109 og 138 hk og 2.0 litur HDi dieselmotori við 90 ella 110 hk við FAB sótfilturskipan. Trygdarskipanin er eisini umfatandi við ESP, (elsktronisk stabilitet program) EBA bremsuassistent, aktivum nakkapútum og seks airbag. Allar útgávurnar hava 16" alufelgur.

Laminerð glastak
Setrini á aftastu rekkju, ið kunnu keypast sum eykaútgerð, eru best egnaði til børn og ung upp til 13/14 ár. 307 SW er sermerktur av at meira enn helvtin av takinum er laminerað glas. Tað vil siga at glastakið byrjar har sum forrúturin endar. Hetta gevur gott ljós inni í bilinum og gott útsýni til tey ferðandi. Um sólin er ov sterk, kunnu elektrisku sólgardinurnar koyrast fyri, so ljósið ikki sleppur inn tann vegin.

Station og MPV
Peugeot 307 SW er ein nýggj modelltypa, ið sameinir ein stationvogn og ein MPV í sama bili. Bilurin er ein 5+2, har tey aftastu setrini kunnu flytast runt í bilinum eftir egnum ynski á teimum fimm Quickfix monteringstøðunum í kabinuni. Jan Hentze, sølumaður hjá Meinhardt Arge, sigur, at teir fyrstu bilarnir vera her tíðliga í mai.