Peugeot hevur staðfest orsøkina til eldin

Í gjár skrivaðu donsk bløð um, at eldur var komin í 7 bilar av slagnum Peugeot 307, og at tað sama var hent í Svøríki. Talan er um korrisión í el-skipanini við pumpuna til servostýringina. Peugeot tekur sær alla ábyrgd av tí sum er hent

Í tíðindaskrivi frá Peugeot Danmark verður sagt, at ein kortslutningur var orsøk til at eldur kom í sjey bilar av slagnum Peugeot 307. Talan er um korrisión á el-skipanini við pumpuna til servostýringina.

Kanningar vísa, at korrisiónin er íkomin av vátu luftini, og av at so nógv salt verður koyrt á vegirnir um veturin.

Peugeot tekur sær alla ábyrgd av tí sum er hent, og í næstum vera 8.830 bilar av 1,6 og 2,0 útgávunum eldri enn juni 2003 kallaðir inn.

Peugeot syrgir fyri at allir 307 kundarnir í Danmark og Føroyum fáa boð.