PhD-móttøka: Granskingararbeiði til alivinnuna

1. apríl verður PhD-móttøka á Vinnuháskúlanum

 

Í sambandi við at Sissal Erenbjerg Vágsheyg vardi sína PhD 15. desember 2021 bjóðar P/F Fiskaaling til almenna móttøku á Vinnuháskúlanum fríggjadagin 1. apríl klokkan 15.00.

 

Stjórin á Fiskaaling Jóhanna Lava Køtlum bjóðar vælkomin, og síðani fer Sissal E. Vágsheyg at greiða frá PhD-verkætlanini, sum hevur heitið Oceonagraphy of the Faroe Shelf and Sundalagið Norður - a modeling approach. Sissal greiðir eisini frá, hvussu hennara granskingararbeiði kann brúkast í alivinnuni og í framhaldandi gransking.

 

Ritgerðin hjá Sissal Vágsheyg Erenbjerg snýr seg um eina økishavmodellskipan (Regional Ocean Model System, (ROMS), eisini kallað FarCoast, sum lýsir rákið kring Føroyar og á føroyska landgrunninum.

 

– Ritgerðin hjá Sissal er eitt gott dømi um, hvussu gransking hjálpir okkum at skilja rák og útskifting í firðum og kring oyggjarnar. Hetta eru viðurskifti, sum eru grundfyritreytir fyri aling og liviumstøður hjá djórum og fyri burðardygga nýtslu av okkara firðum og havøki, siga tey úr Fiskaaling.

 

Sissal heldur fram at starvast sum granskari á Fiskaaling.