- Hetta er ein trupul avgerð, men tá ein aftan á drúgva umhugsan er komin til ta niðurstøðu, at ein hevur ikki ta neyðugu virðingina fyri floksins leiðslu longur, so havi eg ikki annað í at velja enn at taka meg burtur úr tingbólkinum.
Tað segði Pia Christmas-Møller í morgun, eftir at hon hevði kunnað Bendt Bendtsen, floksformann og formannin í tingbólkinum, Helge Adam Møller, um avgerð sína. Hon vissaði teir samstundis um, at hon framvegis styðjar ta borgarligu stjórnina, so í fyrsta umfari ávirkar ikki tað parlamentariska grundarlagið hjá stjórnini, at annar stjórnarflokkurin missir ein tinglim.
Spurd, hvat fekk hana at taka eina so stóra avgerð, svaraði tann roynda fólkatingskvinnan, at tað er ein long frágreiðing aftan fyri avgerðina, og at hon legði ikki í at fara í smálutir. Hon viðgekk kortini, at tað vóru nakrar viðmerkingar til nakrar greinar, sum hon hevði skrivað í Politiken í heyst, sum fingu bikarið at flóta yvir. Í greinunum nevndi hon møguleikan fyri at lata danir fáa eina fólkaatkvøðu um tann nýggja ES-sáttmálan. Tað fall ikki í góða jørð hjá hennara egnu floksleiðslu, sum eisini kom við nøkrum hvassorðaðum viðmerkingum í Jyllands-Postinum.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn vísa samstundis á, at Pia Christmas-Møller var sera vónbrotin, tá hon herfyri misti starvið sum framsøgufólk hjá konservativa flokkinum, og hjá henni var tað eisini eitt stórt vónbrot, at hon ikki bleiv ráðharri aftan á valið í 2001 og heldur ikki eftir valið í 2005.