Piaf í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið 14. oktober verður fyrsta sýning í Sjónleikarhúsinum av leikinum »Piaf« eftir Pam Gems í føroyskari týðing hjá Hans Tórgarð og Jytte Joensen

Havnar Sjónleikarfelag hevur á hesum sinni sett øll segl til at gera eina tíðarleysa uppseting av leikinum um franska sangfuglin Edith Piaf  eisini rópt Tann lítli spurvurin.
Edith Piaf er fødd í 1915 í París. Tað verður sagt, at hon varð fødd á gøtuni og vaks upp har saman við gyklarum, horum og øðrum góðum fólkum. Pápin var gøtusangari og mamman hevði eisini sungið alment á gøtuni, tá ið hon var ung. Edith fór sjálv at syngja, og gjørdist kend sum gøtusangari longu 15 ára gomul. Seinri sang hon á øllum týðandi pallum bæði í París og uttanlands.
Lívið hjá Edith var fylt við dramatiskum hendingum. Hon var elskað av fólkinum bæði í heimlandinum og bæði fyri eystan og vestan Atlantshav. - Ólukkuligur kærleiki, bilvanlukkur og eitt hart lív við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu gjørdi, at hon sjáldan kendi seg lukkuliga.  Hon doyði sum 47 ára gomul í 1963 og 40.000 fólk fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðið.  Onkur hevur sagt soleiðis Edith brendi ígjøgnum á pallinum, men brendi út í lívinum - Sjálv segði hon  Onki angri eg!
Jytte Joensen, ljósmóðir og sjónleikari fer at tulka og syngja krevjandi leiklutin Piaf. Eyð Matras leikar vinkonuna Toine og 13 sjónleikarar spæla teir 33 leiklutirnar í sangleikinum.
Venjingin er farin fram undir leikstjórn hjá kenda og dugnaliga íslendska leikstjóranum Sigrún Valbergsdóttir
Agnar Lamhauge, tónleikari spælir kontrabass og stjórnar tónleikinum. Hann og Stamen Stantchev, tónleikari hava útsett tónleikin fyri fyri klaver, keyboard og harmoniku.
Pallin hava Anna Sofía Egilstrøð og Óli Petersen (Óli P.) teknað og skapt.
Búnar, hár og smyrsl hevur Barbara í Gongini designað. .
Turpin N. Djurhuus,ljósdesignari hevur ljóssett leikin, og hevur ljósstýringina um hendi.
Sjónleikarhúsið hevur fingið ein nýggjan ljóðpult til hesa sýning.
Jón Mc Birnie, ljóðserfrøðingur hevur ljóðseting og bland um hendi og stýrir ljóðinum.
Gulla Øregaard er framleiðslustjóri, og hevur staðið fyri at tilrættisleggja framleiðsluna og samskipa ymsu tættirnar, eftir at avgerð var tikin um, at leikurin skuldi á pall í Sjónleikarhúsinum.
Leikarar, hárfríðkanarkonur, búnakonur, pallsmiðir, pallfólk, pallstjórar, rekvisitørur, hjálparleikstjóri, teskarar og onnur serkøn fólk hava, umframt tey nevndu, skapt hesa uppseting - 50 fólk, sum øll hava havt sína gongd í Sjónleikarhúsinum hesar 7 vikurnar, meðan uppsetingin er gjørd.
Tórshavnar kommuna hevur veitt felagnum stuðul til stórar umvælingar av húsinum, og eisini til rakstur av virkseminum.
Frá 1. august 2006 er Oddvá Nattestad sett sum leiðari í Sjónleikarhúsinum, og hevur, umframt nógvar aðrar uppgávur, átikið sær at vera dagliga sambindingarliðið til uppsetingina av Piaf.