Pihl & Søn lægsta tilboðið

Í gjár var lisitatión á Landsverki í sambandi við ný- og umbygging av síðubygninginum til høvuðsskrivstovuna hjá Landsverki á Tinghúsvegnum, sum Havnar Arbeiðsmannafelag eigur.

Inn komu fimm tilboð. Tað lægsta eigur E. Pihl & Søn, ið ljóðar upp á 29.079.000 krónur. Síðani koma TG-Verk Føroyar við 34.602.043 krónum, Búsetur 38.985.237 krónum, J&K Petersen 39.463.000 krónum og Articon við 48.856.727 krónum.

Verkætlanin fevnir um nýggjan skrivstovubygning í fimm hæddum, har tann niðasta hýsir klædnarúmi, wc, goymslurúmi, verkstaði og parkeringskjallara. Dentur hevur verið lagdur á at sniðgeva bygningin soleiðis, at hann bæði í funktión og útsjónd tengir seg at verandi hornabygningi á nátúrligan hátt, hóast hann í útsjónd ikki er meinlíkur verandi bygningi. Samlaða gólvvíddin í bygninginum verður 1.415 fermetrar.

Landsverk og Havnar Arbeiðsmannafelag fara nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Miðað verður eftir, at ný- og umbyggingin av bygninginum við Tinghúsvegin verður liðug í oktober 2012.