- Píkar gera meira skaða enn gagn

Tað metir Fríðrikur Bláhamar, stjóri í Firststop Super Dekk.

Í dag, 15. oktober, er fyrsti dagur, at tað er loyvt at koyra við píkadekkum. Síðstu árini hevur nógv verið kjakast, um tað er neyðugt at koyra við píkadekkum, og í samrøðu við in.fo í morgun sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, at píkadekk eiga at bannast í høvuðsstaðnum.


Tað er kanska ikki neyðugt, tí sambært Fríðrik Bláhamar, stjóra í Firststop Super Dekk, so eru tað færri og færri, ið skifta til píkadekk.

 
- Gongdin er tann sama sum seinastu fimm, seks árini, har við hava sæð eina spakuliga minking. Tað eru enn fólk, ið vilja halda tað er betur at koyra við píkum. Men tað eru fleiri og fleiri, ið koyra uttan píkar. Eg meti, at umleið 80 prosent av dekkunum, ið vit selja um veturin, eru uttan píkar.


Nógvir kundar spyrja, tá tey koma á dekkverkstaðið, um hvat besta loysnin er. Tá verður vanliga mælt til vetrardekk.


- Summi ivast og spyrja okkum hvørji dekk eru best. Tá spyrja vit hvar tey búgva, so vit kunnu vísa á dømir um fólk, ið búgva í sama umráði og klára seg uttan píkar. Tað eru nøkur støð, ið eru verri at koyra til, millum annað Tjørnuvík og Gjógv. Men eisini har vita vit um fólk, ið klára seg uttan píkar.

 

 

Les eisini, at borgarstjórin í Havn fer at royna at gera tað ólógligt at koyra viðpíkadekkum í Havn




- Í Tórshavn vildi eg mett, at píkar eru óneyðugir. Tað eru sjálvandi onkrir einstakir dagar, tá tað hevur fryst og regna, at tað er líka hált sum á kalvabaki. Tá ber ikki til at standa á beinunum, so eg ivist í, um píkar gera nakran mun tá.


Í samrøðu við in.fo í morgun sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at fólk, ið koyra við píkadekkum í høvuðsstaðnum, eiga at gjalda eykaskatt til kommununa. Stjórin á Firststop Super Dekk metir tó, at slík átøk ikki steðga brúkinum av píkadekkum.


- Eg vænti ikki, at sølan av píkadekkum nakrantíð steðgar. Sjálvt um landsmyndugleikarnir leggja eyka avgjald á píkadekk, so verða tað fólk, ið heldur ynskja at koyra við píkum.


Sjálvur metir Fríðrik Bláhamar, at tað er vanahugsan, ið ger at fólk enn koyra við píkum.


- Tað er ein gamal vani, at fólk halda man ikki klárar at koyra uttan píkar. Tá tað er hált og gler, so slepst ikki uttanum, at píkar eru betri. Tað vísa kanningar, men fólk misskilja munin millum kava og ís. Um veturin eru eini góð vetrardekk við góðum mynstri líka góð ella betri enn píkadekk.


- Kanningar í Norra vísa, at tað í 85 prosent av tíðini er neyðugt við vetrardekkum, meðan tað einans er neyðugt við píkum eitt prosent av tíðini. Eg vænti, at tað er nakað tað sama her í Føroyum.


- Høvdu vit havt eina støðu, har tað var neyðugt at brúkt píkar 85 prosent av tíðini, so hevði eg skilt betur, at fólk velja píkadekk. Men sum nú er, so gera píkar meira skaða enn gagn.


Fríðrikur Bláhamar minnir at enda á, at tað í síðsta enda er bilførarin, ið hevur størsta týdning fyri trygdina á vegnum.


- Tað er neyðugt at minnast til, at tað í síðsta enda er bilførarin, ið avger hvussu trygt tað er. Bilar hava í dag øll møguliga hjálpar- og trygdartól, men fyri tað, so hava vit enn bilóhapp. Fjølmiðlarnir skriva vanliga eisini um hvussu bilar koyra út av vegnum vegna hálku, men tað er ikki hálkan, ið er orsøkin. Tað er bilførarin, ið ikki hevur skøtt bilin nóg væl ella ikki koyrir eftir umstøðunum.