Fótbóltssambandið ivast í løtuni í, hvørt teir skulu taka av eini innbjóðing, sum smátjóðin, Lichtenstein, hevur sent hendavegin.
Í fyrstu atløgu ætlaðu fótbóltsleiðararnir í smátjóðini, at Føroyska landsliðið skal til Lichtenstein at spæla ein dyst, men sambært Torleif Sigurðsson er áhugin fyri hesari loysn rættuliga avmarkaður her í Føroyum.
Fíggjarligur spurningur
Upprunaliga varð nevnliga skotið upp at FSF skuldi bera ferðakostnaðin til Lichtenstein, meðan vertirnir so bera kostnaðin av uppihaldinum, men hetta halda føroyingarnir ikki vera nøktandi.
Útreiðslurnar av eini slíkar ferð eru somikið stórar, at um hetta skal gerast veruleiki, vil FSF afturfyri fáa ein retur dyst her á landi. FSF skeyt tískil upp, at ein dystur skuldi verða í Føroyum í juni mánaði, men men hetta liggur ikki fyri hjá mótstøðuliðnum, og tískil tykist tað nú vera rættuliga ivasamt, um nakar dystur verður.
Verður hetta aktuelt, verður helst talan um ein heimadyst í komandi ári, men tá standa føroyingar í teirri støðu, at aktiviteturin hjá landsliðið okkara er sera stórur, umframt at Fótbóltssambandið eisini hevur fingið eina innbjóðing úr Bermuda um koma har yvir at spæla ein landsdyst.
At fara slíkar ferðir er ikki bara at siga tað, og Torleif leggur afturat, at leysliga mett kostar tað Fótbóltssambandinum einar 300.000 kr. hvørja ferð A-landslið okkara skal út um landoddarnar at royna seg.
Stórar broytingar
Av sonnum kann sigast, at tað nú er viðvent í holuni, hvat viðvíkur landsliðsfótbólti. Fyri ikki so nógvum árum síðani, fóru leikarar og fótbóltsleiðarar glaðbeintir avstað, tá vit vóru so hepnir, at onkur tjóð tímdi at spæla ímóti okkum.
Torleif ásannar eisini, at teir nú taka nógv fleiri lutir við í viðgerðini av hesum spurningum. Ein av orsøkunum til hetta er, at eingin longur fer ókeypis avstað, tá landsliðið kallar. Hetta skal ikki skiljast sum nakað negativt, men er einans ein staðfesting av, at tað ikki ber til í eitt longri áramál at krevja, at landsliðsleikarar skulu missa eina rúgvu av arbeiðsdøgum, og harvið inntøkum, tá teir eru úti við landsliðinum.
Har umframt verður nú eisini mett, um ætlaðu dystirnir tæna nøkrum ítróttarligum endamáli. -Fyrr fóru vit avstað, hvørja ferð onkur spurdi, men í dag skal tað helst verða soleiðis, at dysturin kann nýtast sum t.d. venjing undan einum undankappingardysti, sigur formaðurin hjá FSF.
Hvussu verður og ikki við hesum dysti, er sostatt enn ikki avgjørt. Føroyingar skulu tó ikki vænta sær, at talan verður um fleiri enn teir báðar landsdystirnar móti Danmark og Slovenia á føroyskari jørð í hesum ári.