Við fyrsta filminum var tað, sum um søgan var liðug, men nei, Hollywood elskaði so nógv allar teir deiligu pengarnar, sum hesir filmarnir kunnu kroysta upp úr lummunum hjá fólkum, at filmbossarnir í Hollywood hava sent hundratals milliónir eftir hesi røðini, sum skuldi sjóseta gomlu og steindeyðu sjórænarafilmgenruna enn einaferð. Longu í 1920’unum var tað Douglas Fairbanks, sum skuldi sveiggja seg í mastrunum við svørðinum í munninum, nú er tað so hin vakrasti maðurin í okkara tíð, Johnny Depp, ið fær hendan ivasama heiðurin. Hesir filmanir vóru romantiseraðir og høvdu lítið og einki við sjórænarar at gera, og støðan í “Pirates of The Carribean” røðini er ikki nógv betur. Klisje omaná klisje Johnny Depp hevur nú fyri triðu ferð leikt hin nógv hataði Jack Sparrow, sum nú hevur roynt at stolið eitt gamalt sjókort. Alt í hesum filminum er ein klisje, sjálvt Sparrow og alt um loyndarfull skattakort, fullir menn, rom, Kraken, Flúgvandi Hollendaran. Her eru allar skrønurnar og allar myturnar um sjórænarar. Hesuferð skulu sjórænarar frá øllum heiminum møtast. Teir nýggju sjórænarakongarnir skulu møtast. Hetta er einaferð hent í veruleikanum. Sjórænarnir í hesum filminum er fyri ein stóran part bygdir á veruligar sjórænarar, men hesir livdu ikki um somu tíð. Keith Richards er við Nakað heilt serligt við hesum filminum, ella tað um man heldur at tað er serligt, er, at guitarleikarin Keith Richards frá Rolling Stones er við í hesum filminum. Líkamikið um Pávin so var við í hesum filminum, so haldi eg at hann er um ikki 100% óneyðugur, so nær við, og so er hann eini 70 minuttir ov langur. 2 stjørnur av 6 Pirates of the Caribbean: At World’s End Leikandi Jack Sparrow Johnny Depp Barbossa Geofferey Rush Will Turner Orlando Bloom Elizabeth Swann Keira Knightley Norrington Jack Davenport Davy Jones Bill Nighy Guvernør Swann Jonathan Pryce Pintel Lee Arenberg Ragetti Mackenzie Crook Gibbs Kevin R. McNally Cotton David Bailie Bootstrap Bill Stellan Skarsgård Cutler Beckett Tom Hollander Tia Dalma Naomie Harris Kaptajn Sao Feng Chow Yun-Fat Kaptajn Teague Keith Richards Leikstjóri Gore Verbinski. Longd 168 minuttir. 11 ára aldursmark. Sýndir í Havnar Bio.