EBG
Rógvi Nybo
Rogvi@sosialurin.fo
Í hesum døgum verða seinastu fyrireikingarnar til European Business Games 2009 Finaluna í Keypmannahavn fingnar frá hondini.
Luttakararnir, sum eru úr 12 londum, harímillum Føroyum, hava hesa vikuna verið í Keypmannahavn, har tey hava luttikið á ymiskum workshoppum og hava havt møguleika fyri at leggja seinastu hondina á framløguna av teirra hugskoti og verkætlan.
Fýra nýklaktar pisur úr Studentaskúlanum í Hoydølum umboða Føroyar á leikunum.
Málslingar ment orkusparandi telduskipan
Tað var tann 20. mars í ár, at avdúkað varð, at tað var bólkurin handan GreenKit verkætlanina, sum hevði vunnið føroysku kappingina, og harvið eisini rættin at umboða Føroyar í finaluni í Keypmannahavn.
Í bólkinum eru tær fýra nýklaktu pisurnar úr Hoydølum, Unnur Danielsen, Durita Hansen, Ester Vang og Laura Dahl, sum, saman við læraranum Christian Ihlen, eru føroysku umboðini. Tær gingu allar í 3.E í Hoydølum, tá verkætlanin varð gjørd.
Tað sum kanska er serligt við hesi verkætlan er, at tær allar gingu á málsligu deild, og mentu eina telduskipan, sum kann sløkkja ljós/kontaktir í húsinum.
Í eldin í morgin
Síðan sunnudagin hava luttakararnir úr øllum 12 londunum verið savnaðir í Danmark, har tey hava verið í gjøgnum eina rúgvismikla skrá við bæði teambuilding, workshoppum og vitjanum á granskingarstovum og handilsfyritøkum.
Í dag hava tey verið túr í søguliga partinum av Keypmannahavn, og í morgin verður so stóri dagurin, har tær skulu leggja verkætlanina og hugskotið fram fyri einum dómarapaneli, sum síðan skal viga allar verkætlanirnar og avgera, hvør verður vinnarin.
Klokkan 16 føroyska tíð í morgin verður so løtan, tá Bertel Haarder, undirvísingarmálaráðharri skal avdúka vinnandi verkætlanina.
Finalan verður hildin í Finansrådets Hus, og føroyskar verkætlanir hava áður staðið seg sera væl í European Business Games.