Planet-vinnari verður heiðraður

Hans Andrias Jacobsen var á Planet Awards kosin til ársins nýggja navn í føroyskum tónleiki. Ungi tónleikarin úr Klaksvíkar var uttanlands, og fekk tí ikki møtt at taka ímóti Planet-heiðurslønini.

 

Í kvøld verður so konsert í Spaniastovu, har Hans Andrias er høvuðsnavn, og har hann eisini verður heiðraður av Klaksvíkar býráði, sum fer at handa honum heiðursgávu.

 

Á konsertini, sum verður í kvøld klokkan 21, fara Grandma’s Basement og Jam obSession eisini at spæla. Hans Andrias er partur av báðum hesum bólkum.