Í oktober mánaði fyri trimum árum síðani bleiv tá 52 ára gamli Erhard Joensen sjúkur. Hann endaði í sjúkrabili og fór á Suðuroyar Sjúkrahús. Hann fekk at vita frá læknanum, at hann skjótast gjørligt skuldi fáa fatur á einum sálarfrøðingi ella sálarsjúkulækna (psykiatara) og fáa eina útgreining, tí tað, sum feilaði var, at hann hevði fingið eitt álvarsamt óttaherðindi.
Erhard Joensen fekk tá tíð hjá sálarfrøðingi og eftir hetta hjá privatum sálarsjúkulækna, tí hann hevði varhuga av, at skuldi hann gjøgnum almennu skipanina, fór tað at taka fleiri ár, árðrenn hann slapp framat. Eftir tríggir mánaðir og nakrar samrøður staðfesti sálarsjúkulæknin, at Erhard Joensen hevði ADHD, og orsøkin til, at hann var endaður á sjúkrahúsinum nakrir mánaðir frammanundan var, at hann hevði livað við óviðgjørdum ADHD.
– Hetta kom púra óvart á meg. Eg hevði hoyrt um orðið ADHD, men eg visti onki um tað. Eg fór síðani at lesa um ADHD, og hvat tað hevur við sær, sigur hann.
Hoyr longri samrøðu í poddvarpi, sum ADHD felagið hevur gjørt við løgtingsmanni