?Poems In Sound? kemur út í 2008

Ætlanin var, at triðja solofløgan hjá Rasmusi Rasmussen skuldi koma út fyri jól í ár, men nú hevur hann almannakunngjørt, at hon ikki verður at keypa fyrr enn 6. mars í 2008. Orsøkin til hetta er, at tað er vorðið siður hjá honum at geva fløgur út 6. mars. Makrel góvu fløguna ?Transcend? út 6. mars 2006 og sjálvur gav hann fløguna ?Edelweiss? út 6. mars 2007. Rasmus sigur, at hann heldur tað vera bæði stuttligt og praktiskt at halda áfram á henda hátt.