Poesi og jazzur í einum potti

Ein tann mest áhugaverda framførslan á árliga jazzfestivalinum verður helst leygarkvøldi 17., tá álendska Elisabeth Ekman , saman við Kaj Sundbloms kvartett, fer at framføra álendskan poesi og jazz í einum potti

Elisabeth Ekman, sum skal á pallin í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 17., er við í nógvum tónleikaprojektum á Álandi. Gospel, blues, vísur, pop og jazz er alt heimavøllur hennara.

Tað seinasta projekti, sum hon er farin undir, eru álendskar kvinnuyrkingar, sum hon og álendski tónasmiðurin, Kaj Sundblom, smíða løg til.


Yrkingarnar

Tær, sum hava skrivað yrkingarnar, eru helst ikki serliga væl kendar á okkara leiðum. Nøvn sum Signe Mõrn, Gunvor Javén og Katarina Gãddnãs, siga okkum ikki serliga nógv, men eru hetta alt álendskar kvinnur, sum hava fest ein kensluligan part av álendsku søguni á blað.

Yrkjararnir eru millum annað sjómanskonur, sum hava skrivað um sakn, gleði, langtan og stúran. Elisabeth Ekman hevur so savnað hesar yrkingarnar og sett saman eina tímalanga skrá við avbera áhugaverdum tilfari, sum Kaj Sundblom so hevur sett tónar til.

Sjálv framførslan verður rópt ?Blå ãr vinden?, sum eisini er heiti á einari yrking hjá Signe Mõrn.

Ætlanin er eisini at geva yrkingarnar út á fløgu.


Flutt til Álands

Elisabeth Ekman er ikki uppvoksin á Álandi. Hon hevur sínar røtur í norður-Svøríki, men fluttti til Álands fyri einum tíggju árum síðani.

Í fjør fór Elisabeth Ekman so undir at lesa kvinnu-lyrik. Hon valdi nakrar yrkingar burturúr og setti seg í samband við Kaj Sundblom, og tað var á henda hátt, at projekti gjørdist veruleiki.

Sjálv sigur Elisabeth, at yrkingarnar hava givið henni eitt djúpari innlit av teirri álendsku mentanini, og hon heldur eisini, at nógvar av teimum álendsku kvinnunum eru ógvuliga afturhaldandi, tá ið tað kemur til at yrkja. Tær kundu gott verið eitt sindur villari og fríari, sigur Elisabeth Ekman.


Barnakonsert

Áðrenn Elisabeth Ekman fer á pallin leygarkvøldi, eru eisini onnur á skránni. Seinnapartin verður ein barnakonsert á skránni.

Á barnakonsertini verður tað millum annað finski sangfuglurin Merzi, sum fer at upptraðka. Hon byrjaði í 1992 at lesa popp og jazz á tónleikakonservatorii. Seinastu tíðina hevur Merzi fyri tað mesta fingist við latínamerikanskan tónleik, so sum salsa.

Eisini grønlendingurin Juaaka Lyberth verður við á barnakonsertini. Hann spælir gittar og syngur, men er eisini sera skemtingarsamur.

Tað sjáldsama við Lyberth er, at hann er ein av teimum fáu grønlendingunum, sum hevur fingið stóra viðurkenning aðrastaðnis. Fleiri av vísum og sangum hansara eru týdd til onnur mál. Millum annað er okkurt við í donsku Háskúlasangbókini, og somuleiðis eru fleiri vísir hjá honum týddar til russiskt.

Føroyska ískoyti á barnakonsertini verður bólkurin Følv undir leiðslu av Leivi Thomsen. Sjálvur er Leivur einasti føroyingurin í bólkinum, sum annars er mannaður av Tommy Anderson á bass, Michael Strange á trummum, Peter Dahlgreen á trombone og Paolo Russi á klaveri.

Barnakonsertin byrjar klokkan 15.00 leygardagin, og atgongumerkini kosta 20 krónur.


Ein føroyskur bólkur leygarkvøldi

Tann einasti føroyski bólkurin, sum fer á pallin leygarkvøldi, er JazzOasis. Trioin er mannað við nøkrum av okkara fremstu jazz-tónleikarum, nevnliga Edvard Nyholm Debes, Herluf Lutzen og Jónleifi Jensen.

Klokkan 19.30 leygarkvøldi fara teir at hitta íslendsku trioina hjá Ólafi Stephensen á jazztingi í konsertsalinum í Norðurlandahúsinum. Teir fara eisini at framføra Double-double Bass Session.

Trioin hjá Ólafi Stephanssyni er nógv at hoyra í Íslandi og aðrastaðni. Bassspælarin hjá bólkinum, Tómas R. Einarsson, hevur áður vitjað jazzfestivalin, tá hann spældi við Mezzoforte.


Eitt spennandi kvøld

Alt í alt, so sær leygarkvøldi 17. Oktober út til at gerast eitt sera spennandi og áhugavert kvøld við nógvum góðum tónum í Norðurlandahúsinum.

Tað skal eisini havast í huga, at kendi danski troubadururin, Allan Olsen, er endabresturin leygarkvøldi, og at vit ikki hava umrøtt hann her, men tað kemur seinni.