Poetry slam inn í bókmentahitan

Danmarksmeistarin í poetry slam, Peter Dyreborg, er ovurfegin um at danska listaráðið nú víðkar bókmentahugtakið til eisini at umfata ljóð og upplestur. Tískil kunnu slammarar nú eisini søkja stuðul frá ráðnum


Uttan mun til, hvat man meinar um poetry slam, er tað rættiliga undirhaldandi at vera áhoyrari til hesar kappingar. Á einum poetry slam eru tað nevniliga áhoyrarnir, ið gera av, hvør yrkjari á pallinum dugir best at framføra sínar yrkingar.

Seinast, eg var við til eitt poetry slam, endaðu vit øll við at hoppa í sofum og stólum við veipandi ørmum, fyri at vísa , at yrkjarin Peter Dyreborg hevði uppiborið eitt pláss í finaluni í danmarksmeistarakappingini í Poetry Slam. Hinir yrkjararnir megnaðu bert at fáa onkra blanding av trampum í gólvið, flákr við hondini, dunk í borðið ella rist við høvdinum, ið merkir ávikavist eitt, tvey, trý og fýra stig. Ongi hopp í sofunum og harvið fimm stig til tey, tí tey átti suvereni Dyreborg.

Hildu vit í fjør. Og tað halda nógv framvegis, tí herfyri gjørdist Peter Dyreborg danmarksmeistari í poetry slam. 



Sexutar yrkingar

Tað var Dyreborg sjálvsagt rættiliga fegin um. Ikki minni fegin gjørdist hann, tá bókmentanevndin hjá danska listaráðnum herfyri kunngjørdi virkisætlanina hjá nevndini næstu fýra árini. Í ætlanini verður sagt, at bókmentir, bæði sum ”ljóð og upplestur” fanga lesaran og lurtaran í eini sansandi og sannandi uppliving. Sambært bókmentanevndini skal tað tí eisini bera til at søkja sum stuðul til millum annað poetry slam og munnligar frásøgnir.

- Hetta er ótrúliga stórt fyri poetry slam umhvørvið, sum annars altíð stendur fyri skotum og ongantíð hevur verið viðkent av teimum ’fínu’, sigur Peter Dyreborg við Berlingske Tidende.

Líka síðani poetry slam fyribrigdi sá dagsins ljós í 1984, hava bókmentafrøðingar verið ósamdir um, hvørt hesar framførslur yvirhøvur hava nakað fagurfrøðiligt virði. Eitt nú hevur kendi amerikanski bókmentakritikarin, Harold Bloom, kalla poetry slam ”listanna deyði”. Hinvegin vil royndi ummælarin á New York Times, Stephen Holden vera við, at poetry slam hevur gjørt yrking sexut á ein hátt, vit ikki hava sæð síðani beat-yrkjararnir vóru í hæddini. 



Á altjóða pallin

Ivin um listarliga virðið í poetry slam hevur higartil havt við sær, at tað hevur verið trupult hjá donskum slammarum at søkja stuðul frá etableraðum stovnum. Við nýggja stuðulsmøguleikanum vónar Peter Dyreborg, at hesir yrkjararnir nú eisini fáa møguleika at gera vart við seg á altjóða poetry slam pallinum.

Rasmus Heiberg, næstformaður í bókmentanevndini í listaráðnum heldur tað vera eyðsæð, at slammarar og aðrir orðasnillingar hava sama tørv, sum onnur listafólk at leita sær íblástur í altjóða umhvørvinum.

- Fyrst og fremst hevur tað verið týdningarmikið fyri nevndina at vísa, at vit viðurkenna, at hetta slagið av bókmentum hevur uppiborið stuðul heilt á jøvnum við allar aðrar bókmentir, sigur Rasmus Heiberg.

Uttan iva verður nýggi stuðulsmøguleikin ein kærkomin hurð út í heim hjá nógvum donskum slammaraum. Men longu í maj mánað fær Peter Dyreborg ein heilt serstakan møguleika at gera seg galdandi í altjóða slam-høpi. Tá fer hann nevniliga at dystast um onki minni enn heimsmeistaraheitið í poetry slam, ið verður avgjørt í París.