Í gjár visti Sermitsiaq at siga, at olja lekur úr trolaranum Polar Aassik, sum mikudagin sakk nærindis Qasigiannguit, eftir at eldur hevði verið í skipinum í nøkur samdøgur. Heimasíðan visti eisini at siga, at diesel-olja nú spjaðir seg á einum øki, sum er einar fýra ferkilometrar, har trolarin er sokkin.
Tað var virkandi leiðarin á Arktisk Kommando, Dan B. Termansen, sum kunnaði Sermitsiaq um gongdina. Tá henda kunning kom í gjár, er lítil ivi um, at olja helst er farin um eitt enn størri øki í dag.
Øll manningin slapp av skipinum í øllum góðum, eftir at eldur var komin í.
- Í framhaldi av hendingini við skipsbrotinum, er tað Arktisk Kommando, sum hevur ábyrgdina av havumhvørvisuppgávuni. Vit hava sæð, at oljan er likin úr skipinum, og okkara uppgáva er nú at syrgja fyri, at minst møgulig umhvørvisdálking stendst av hendingini, sigur leiðarin við Sermitsiaq.
Sjóverjuskipið Knud Rasmussen er á leiðini, har Polar Aassik sakk, og sambært virkandi leiðaranum á Arktisk Kommando hevur skipið ávísa útgerð til avbyrging og upptøku av olju. Eitt Challenger-flogfar hevur eisini flogið yvir leiðini og hevur staðfest, at olja er á leiðini, har skipið sakk.
##med2##
Ísur á leiðini ger tað trupult at gera nakað við oljuna, men Arktisk Kommando fylgir gongdini og hevur eyguni eftir, um olja kemur upp í øðrum økjum á leiðini, har skipið sakk.
- Tá støðan er lýst, fara vit at taka avgerð um, hvat skal gerast, og um lokalu myndugleikarnir møguliga eisini mugu hjálpa til, sigur virkandi leiðarin hjá Arktisk Kommando.
Dan B. Termansen heitir á lokalar íbúgvar og útróðrarmenn um at siga frá, um tey varnast olju, fugl ella kríatúr, sum eru fongd við olju, og hetta kunnu fólk gera við at taka eina mynd av tí, tey síggja.