Í dag koyra allir politibilar í Føroyum við svørtum syrgibandi um antennuna.
Tað gera teir, tí løgreglan í Føroyum vil vísa samkenslu við teimum, sum sita eftir danska politistin, Jesper Jul, sum varð skotin á Albertslund seinasta týsdag.
Hann fer til gravar í dag, og í hesum sambandi hevur løgreglan í Føroyum eisini sent tvey umboð til jarðarferðina og teir standa uttanfyri kirkjuna við føroyskum flaggi, saman við politistum úr Danmark og úr Grønlandi.
Løgreglan í Føroyum sigur á Facebook, at tey hugsa um tey, ið sita eftir danska politistin, og at tey føla við teimum.
Hóast hann fær eina statsjarðarferð, hevur familjan hjá danska politistinum ynskt, at sjálv kórsetingin verður privat, tí tey vilja hava, at hann skal fáa eina kórseting, sum ikki verður eitt politistaátak, ella ein fjølmiðlahending.