Politiið stongt Stokkastovuna

.

Mikudagin stongdi politiið matstovuna Stokkastovuna í Saltangará.

Orsøkin er ógreið eigara- og leigaraviðurskifti.

Herfyri varð leigarin, sum hevði skeinkiloyvi, uppsagdur. Nýtt leigumál varð gjørt við ein annan, sum helt fram við virkseminum. Men hesin hevur ikki skeinkiloyvi.

Ógreitt er, hvør eigur gomsluna og annað, sum er inni á matstovuni. Politiið hevur heldur ikki sæð roknskapin hjá núverandi leigaranum.

Fútarætturin fær uppgávuna at greina út øll hesi viðurskifti.