Eitt av mótmælisfólkunum hjá Sea Shepherd er handtikið av løgregluni fyri at hava cannabis uppi á sær.
Tað upplýsir Sea Shepherd í kvøld. Talan er um ein mann úr Belgia, sum er við Operation GrindStop 2014. Hann situr í løtuni í varðhaldi hjá politinum, sigur Sea Shepherd.
– Sea Shepherd hevur null-toleransu yvir fyri nýtslu av rúsevnum, sum kunnu hótta møguleikan hjá okkara fólki at verja »klientar« okkara, sum er endamálið við at vera her. Okkara sjálvbodnu koma úr londum kring allan heimin og verða væl og virðiliga kannað, áðrenn tey sleppa við til okkara herferðir, sigur Sea Shepherd.
Sea Shepherd sigur, at tað, tey vita nú, so hava reglarnar fyri herferðina ikki verið hildnar.
– Tí hava vit einki annað val enn at burturvísa hesum persóninum frá GrindStop 2014 og tryggja okkum, at hann ongantíð aftur sleppur við á eina Sea Shepherd herferð. Harumframt hevur politiið fingið at vita, at viðkomandi persónur ikki longur er knýttur at Sea Shepherd, boðar felagsskapurin frá í kvøld.