Myndin er tikin á einum kommunustýrisfundi í Tromsø fyrr í ár.
Politisku umboðini brúka tíðina til heilt onnur ting enn politikkin. Onkur skrivar sms, onkur surfar á netinum, onkur bindur, onkur teknar, onkur lesur teldupost, fleiri sita á facebook - onkur fær sær ein lúr.
Tað hevur kanska bæði fyrimunir og vansar, at býráðsfundir gerast pappírsleysir. Eisini í Føroyum kenna vit, at pappírini eru burtur, og at alt nú gongur fyri seg um ein Ipad.
Borgarstjórar í Noregi siga seg kenna trupulleikan við, at politisk umboð sita í øðrum heimi, meðan býráðsfundir eru. Kortini halda teir ikki, at hesi viðurskifti skulu dramatiserast ov nógv, sum onkur tekur til.
- Vit kunnu ikki nokta fólki at surfa á netinum. Men, tað er greitt, at politikarar fáa pengar fyri at vera fyrireikaðir til fundirnar - og eisini fyri at vera fokuseraðir og konsentreraðir, tá fundir verða hildnir.
Ein av borgarstjórunum sigur, at tað verður væntað av politisku umboðunum, at teir soleiðis eru fyrireikaðir, at teir fylgja við og eru við í viðgerðunum, sum fara fram, tá fundir eru.