Nú, hvar markið millum Føroyar og Hetland er komið uppá pláss, og áherðsla aftur er løgd á at fáa fyrireikandi arbeiði til fyrsta útbjóðingarumfar liðugt, sigur Jóhannus Egholm Hansen seg vóna, at føroysku politikararnir ásanna, at føroyska oljufyrisitingin framvegis er lítil í mun til ta fyrisiting oljufeløgini hava aftanfyri seg, og tí ikki kann megna at loysa allar spurningar á fullgóðan hátt innan fyri ein heilt stuttan tíðarkarm.
-Tað er tí at vóna, at føroysku politikararnir bæði av hesi orsøk og orsakað av, at talan hóast alt er um eitt fyri Føroyar týdningarmikið mál í nógv ár fram í tíðina, geva spurninginum um oljulóggávuna størri gætur enn higartil. Tað er merkisvert, hvussu lítið alment orðaskifti hevur verið um spurningin um frálandavinnuna á føroyskum øki. Ein av orsøkunum til manglandi orðaskifti er uttan iva, at politikararnir, sum áttu at verið teir, ið settu almenna orðaskiftið í gongd, einki sum helst gera fyri at fáa eitt alment orðaskifti í gongd.
Jóhannus Egholm Hansen sigur, at tað er ein sannroynd, at um ikki politikararnir birta uppundir alment orðaskifti, so kemur tað ikki. T.d. sást, at hvørt mannsbarn í Føroyum hevði eina hugsan um sonevnda bankamálið og um Den Danske Bank sum tann stóra fíggindan. Hetta hevur uttan iva millum annað verið so orsakað av, at føroysku politikararnir neyvan forsømdu nakran møguleika fyri at nevna málið - møguliga millum annað við tí endamáli at sleppa undan at hyggja alt ov gjølla eftir teimum feilum, sum gjørdir vórðu í Føroyum, bæði undan bankakreppuni og í samband við royndina at loysa hesa.
-Ilt at siga, hví føroysku politikararnir gera so lítið fyri at birta uppundir eitt alment orðaskifti um frálandavinnuna. Ein møguleiki er sjálvandi, at talan er um eitt øki, sum politikararnir hava lítla fakliga vitan um, og at teir tí óttast fyri at blíva hildnir fyri gjøldur, um teir koma til at siga nakað, sum er skeivt. Ein slíkur ótti heldur føroyski advokaturin - um hann er orsøkin - er óneyðugur, við tað at politikararnir ikki nýtast at fyrihalda seg til serfakligar oljuspurningar, men harafturímóti eiga at taka politisku umrøðuna av, hvat ein ynskir upp, eitt nú viðvíkjandi spurninginum um føroyskt alment oljufelag, um politikararnir ynskja at ávirka, hvar oljuútgerðarhavnin ella - havnirnar skulu liggja, um útvunnin olju og/ella gass skal uppskipast í Føroyum osfr.