Tað var lagt upp til tað heilt stóra skúlaorðaskiftið í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík mánakvøldið. Í samráð við skúlastýrini, hevði býráðið gjørt av at samskipa árliga felags foreldrafundin við fyrilesturin hjá Georg Metz, ?Skolen for livet?, sum ætlandi skuldi geva íbástur til eitt breitt kjak um skúlan í Klaksvík í framtíðini. Eitt frálíkt hugskot, hildu tey flestu, men tíverri køvdu lokalir politikarar bæði Georg Metz og hugin hjá foreldrunum at taka lut í kjakinum.
Politikarar tóku yvir
Jóna Olsen var einasta foreldur, ið hættaði sær at taka orðið á fundinum. Jóna helt tað eisini vera eitt fínt hugskot at lata fyrilesturin hjá Georg Metz vera íblástur til eitt breitt og mennandi kjak um skúlan og var ti sera spent uppá fundin mánakvøldið.
- Fyrilesturin hjá Georg Metz var ótrúliga áhugaverdur og ein sera góður møguleiki at lyfta hetta afturvendandi kjakið eitt sindur upp um tað gerandsliga og lokala. Fyrilesturin gav okkum foreldrum nakað at hugsa um, og eg ivist ikki í, at vit vóru nógv, sum kendu okkum stimbraði til at taka orðið, sigur Jóna.
So langt komu foreldrini tó ongatíð, tí áðrenn tað, høvdu lokalir politikara yvirtikið kjakið og beint tað á eina leið, har fá kundu vera við longur. Í staðin fyri at kjakast um innihaldið í skúlanum og leiklutin hjá skúlanum í samfelagnum sum heild, kom kjakið at snúgva seg um fíggjarætlanir, hølisviðurskiftið, samanlegging av skúlum og líknandi, sum má metast at vera kommunalir avgreiðsluspurningar heldur enn upplegg til kjak.
- Sjálvandi er tað neyðugt at kjakast um hesi viðurskifti. Eg meini bara ikki, at tey hoyra heima á einum slíkum fundi, har øll foreldur eru boðin við at taka lut í einum aðalorðaskifti. Og eg eri als ikki samd við teimum politikarum, sum søgdu, at tað ikki ber til at kjakast um innihaldið í skúlanum, fyrr enn karmarnir eru í lagi. Vit hava kjakst um karmarnar fyri skúlarnar í Klaksvík seinastu 20 árini, so tað er ikki so løgið, at fólk byrja at ótolnast eftir ein kjaki um, hvat tað er, hesir karmar skulu vera karmar um, sigur Jóna.
Keðilig byrjan
Tað undrar eisini Jónu, at onkrir lærarar nýttu júst hetta høvið at lufta sínar frustratiónir um vánaligu arbeiðsumstøðurnar í skúlunum í Klaksvík. Ikki tí, hon ivast ikki í, at lærarar eisini hava brúk fyri at kjakast um hesi viðurskifti, men heldur, at eitt eitt slíkt kjak hoyrir heima á einum fundi millum lærarnar og kommununa.
- Vit foreldur hava í øllum førum ikki røttu fyritreytirnar til at fyrihalda okkum til, um ein fysikkstova er nóg væl útgjørd ella ikki. Tí legði hesin parturin av fundinum heldur ikki upp til, at foreldrini blandaðu seg uppí kjakið, sigur Jóna
Jóna heldur tað vera sera spell, at hetta aðalorðaskiftið fekk eina so keðiliga byrjan. Hon vísir á, at tað kann vera sera trupult at savna foreldrini til slíkar stórar fundir, men væntar ikki, at tey hava fingið hug at møta upp næstu ferð, eftir fundin mánakvøldið. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, vit fáa høvi at hoyra ein slíkan kapasitet sum Georg Metz, og tí var tað eisini eitt stórt vónbrot, at fyrilesturin ongantíð fekk tann leiklut, hann hevði uppiborið og átti at fingið, heldur hon.
- Sum eg skilji, var Georg Metz bara tann fyrsti í eini røð av fyrilestrahaldarum, sum fyrieikarnir hava fingið at koma til Klaksvíkar í sambandi við hetta aðalorðaskifti. Eg veit ikki, hvussu tey ætla at skipa fundin næstu ferð, men fyri meg tóktist tað fullkomiliga burturvið, at Georg Metz skuldi sita har og lurta eftir einum lokalum kjaki um bygningar og smálutir, sum hann ongan møguleika hevði fyri at fylgja við í, sigur Jóna
Skipast øðrvísi
Óluva Klettsgarð, formaður fyri skúlastýrið í Skúlanum við Ósánna, skilur misnøgdina hjá foreldrunum eftir fundin mánakvøldið. Hon hendur tó framvegis, at hugskotið við at samskipa fyrilesturin hjá Georg Metz við árliga felags foreldrafundin var gott og hevur avgjørt fatan av, at áhoyrarnir fingu nógv burturúr fyrilestrinum.
- Tíverri gjørdist kjakið ikki tað, vit høvdu ætlað og vónað. Hetta hava vit eisini lært av og arbeiða nú við ymsum hugskotum um, hvussu næsti fundur kann verða skipaður øðrvísi, sigur Óluva Klettsgarð