“Politikarar mugu nú gevast við at brúka fleiri pengar, enn vit hava”, Jørgen Niclassen

Hergeir Staksberg
--------

Hesi vóru orðini hjá JN, tá hann varð settur sum fíggjarmálaráðharri. Tá komandi fíggjarlóg gevur eitt hall á uml. 500 milliónir, má tað merkja, at vit brúka fleiri pengar enn vit hava, ikki sannheit Jørgen?
 
Hvat kann mann so gera fyri at náa tínum ideali, sum yvirskriftin leggur upp til? Jú, har eru nógvir møguleikar. Her fært tú nøkur boð:
1) Við flatskattinum fáa 6% av Føroya fólki 42% av skattalættanum. Her tosa vit um eina upphædd, sum liggur um 100 mió. Um vit mugu gevast við at brúka fleiri pengar enn vit hava, merkir væl saktans, at hesi 6% av Føroya fólki ikki skulu hava 42% av samlaða skattalættanum ella hvat? 
 
2) Sendistovurnar kosta okkum 10 tals milliónir árliga. Hetta kemur sostatt eisini undir at brúka fleir pengar enn vit hava. 
 
3) So er tað milliónabudgettið, sum almennir stovnar skunda sær at futta av áðrenn árslok. Har m.a. tú sjálvur vart við til at taka ímóti eini Iphone, teldu o.ø.. Hetta kemur eisini undir at brúka fleiri pengar enn vit hava. 
 
4) Fráfaringarlønir hjá tænastufólki kosta landinum milliónir hvørt ár. Seinasta dømið var, tá ein javnaðarmaður fyri stuttum kræddaði sær pengar á henda hátt. Sí yvirskrift. 
 
5) Løn og sømdir hjá tykkum politikarum tola væl eina lækkan. Serliga við tínum egna flatskatti aftrat, tí sum tú sigur, tit politikarar mugu gevast við at brúka fleiri pengar enn tit hava.
 
6) Kostnaðarmetingin fyri skúladepilin í Marknagili liggur um 300 mió. Tá eru príshækkkingar í byggitíðini, útgerð, innbúgv og flyting ikki íroknað. Hava vit ráð til eitt 5 stjørnað arkitekta hotel av einum skúla?
 
Her hevur tú 6 punkt at byrja við, sum kunnu gera hallið á fíggjarlógini munandi lægri. So er tað spurningurin, Jørgen. Ert tú maður fyri at standa inn fyri tíni egnu orð?