Politikarar raðfesta ikki umhvørvis-arbeiði nóg høgt

Hóast játtan til Umhvørvisdeildina er hækkað, so er hetta neyvan nóg mikið at kunna gera eitt nøktandi arbeiði á øllum økjum.

Jan Müller


Hóast játtan til Umhvørvisdeildina er hækkað, so er hetta neyvan nóg mikið at kunna gera eitt nøktandi arbeiði á øllum økjum.

-Eg haldi sjálvur, at tað er sera ótrygt hjá okkum við so lítlari fyrisiting at byggja nakað trygt upp á hesum økinum. Tað liggur ein ov stór óvissa í tí. Tí vildi tað eisini verið munandi betri at havt eitt sindur størri fyrisiting. Vit eru so viðkvom við so avmarkaðari fyrisiting. Vit kunnu sjálvandi brúka serfrøðingar aðrastaðni frá, men skulu vit í Føroyum uppbyggja hesa vitanina, so krevja vit eisini at hava orku til at seta okkum inn í øll hesi tingini, og tað hava vit ikki við eini lítlari manning. Og hetta er ikki minst galdandi í dag nú vit hava eina so stóra grundleggjandi avbjóðing í komandi oljuleiting.

Jákup Pauli Joensen sigur, at teir bóðu um tað dupulta av tí orku, sum teir fingu frá landsstýrinum. Teir mettu at teir máttu hava trý fólk aftrat til at fara í gongd við umrøddu uppgávur við Havumhvørvislóg, frálandavinnu oø. men fingu nakað minni enn helvtina.

Hann heldur tað vera sera óheppið, at politikararnir spara á hesum økinum. Her er nevniliga talan um nakað nýtt, sum tey skulu til at kunna seg við og sum skal skapa grundarlag fyri ar-beiðinum á økinum í mong ár í framtíðini. Tað er tí rættiliga avgerandi at fáa eitt gott støði at standa á.

Jákup Pauli vísir annars á, at tørvurin á umhvørvisarbeiði snýr seg so sanniliga ikki bara um eina komandi oljuvinnu. Tað snýr seg kanska nógv meira um onnur øki, eitt verandi virki í landinum.

-Støðan har er heilt út av lagi vánalig. Her hugsi eg um mannagogndina á teimum stóru virkjunum, sum er sera vánalig.

Men hvussu tað ber til, at vit føroyingar - um somu tíð sum vit leggja so stóran dent á at hava heimsins reinasta hav og heimsins besta fisk - lata standa til og ikki tryggja okkum, at vit sjálvi ikki dálka ta umhvørvið, sum vit royna at selja okkum uppá!

-Tað má hava nakað at gera við, at tað er ongantíð poppulert at hava nógvar reglur at ganga eftir. Fyritøkurnar í landinum hava verið gjøgnum eina herviliga kreppu, og tað hevur so merkt, at tær skulu ikki regulerast á nøkrum øki. Tí er eingin áhugi í at fara inn og fremja eftirlit. Umhvørvi í okkara verð hevur framvegis tað image, at tað er nakað, sum kostar.

Jákup Pauli Joensen heldur tó ikki, at tað føroyska umhvørvið er illa fyri, men vit hava ikki tær mannagongdir á virkjunum í Føroyum, hvørki tá tað kemur til góðkenningarprosedurur ella til útleiðingar, sum man eftirhondini hevur flest aðrastaðni. Tað kann geva okkum trupulleikar uppá longri sikt.

Hvat viðvíkur komandi oljuleiting við Føroyar, so ivast Jákup Pauli ikki í, at oljufeløgini vilja halda umhvørvið reint. Tey vilja eisini gera alt fyri ikki at koma út í ringt orð, men tað er so uppgávan hjá myndugleikunum at tryggja sær, at hetta heldur og at feløg ikki koma við vánaligum loysnum.

-Oljufeløgini hava longu fingið at vita, hvørjar okkara intentiónir eru. Tey vita, at vit hava fingið eina havumhvørvislóg, og at Ospar-sáttmálin er settur í gildi. So rætningslinjurnar eru rættiliga greiðar. Tað burdi ikki verið nøkur orsøk hjá oljufeløgunum at sagt, at okkara reglugrundarlag ikki er í lagi.

-Metir tú komandi oljuvinnu at vera nakran hóttan móti umhvørvinum?

-Kanska ikki júst í sambandi við sjálva leitiboringina. Eg kann blíva eitt sindur nervøsur, um olja verður funnin og størri oljuútvinning verður sett í gongd. Tað merkir so, at tað verður størri virksemi og harvið eisini størri vandi fyri lekum. Tað kann uppá longri sikt hava trupulleikar við sær. Teir spurningar vit standa við nú er meira sjálv boriprosessin, og hon átti ikki at givið so nógvar trupulleikar. Jákup Pauli heldur vit mugu brúka komandi árini væl til nettupp at kunna verða væl fyrireikaðir, tá og um størri fram-leiðsla verður á økinum.

Hvat halda teir um krøvini frá Greenpeace at steðga allari oljuleiting um okkara leiðir?

-Teir vandar ella ?conserns? sum Greenpeace vísir á kunnu vera ógvuliga relevantir, tá vit tosa um tær stóru linjurnar. Men tá tað snýr seg um tað specifikka økið við korallum ol. so haldi eg ikki, at tað er so relevant. Korallir kunnu einsvæl verða vard av eini oljuvinnu við tað, at hon forðar skipum at trola har. At royna at finna aðrar orkukeldur enn olju er nakað annað. 

-Tú metir sostatt ikki, at vit sum heild eiga at síggja eina komandi leiting sum eitt stórt vandamál?

-Tað er líka spurningurin um ringa farvatnið her hjá okkum, men her siga oljufeløgini, at tað finnast mong onnur øki, sum eru eins ring at arbeiða í. Tað verður so ein rein risikometing, sum eg ikki dugi at meta um. Koma vit í ta støðu, at tað er so ringt veður, at alt fer av lagi og oljan sprýkir, so er greitt, at man missir nógv. Eg gangi so út frá, at hatta er nakað sum risikometingarnar fara at avdúka, og tær skulu eisini gerast.