- Tað man vera sjáldan, at politikarar úr øllum flokkum hava verið so samdir.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, er stak væl nøgdur við úrslitið av aðalorðaskiftinum í Løgtinginum týsdagin um ein føroyskan integratiónspolitikk.
Politikarar úr øllum flokkum taka sera væl undir við ætlanini at gera ein integratiónspolitikk.
Teir tóku ikki bara undir við tí. Nógvir politikarar hildu enntá, at talan var um eitt avbera gott arbeiði.
Serliga væl taka tingfólk undir við ætlanini um, útlendingar, bæði børn og vaksin, skulu hava serliga undirvísing í føroyskum.
- At duga málið er høvuðslykilin til tað føroyska samfelagið og duga útlendingar málið, er tað størsta stigið á leiðini fram ímóti fullkomnari integratión, halda tingfólk.
Skal framskundast
Og Kári P. Højgaard nýtti høvi at takka tinglimum fyri undirtøkuna.
Hann heldur, at ætlanin, sum fyribils er í fimm stigum, skal setast í verk so líðandi hesi næstu fýra, fimm árini.
Men var tað nakað, vildu fleiri politikarar heldur, at ætlanin verður framskundað.
Hinvegin liggur í kortunum, at ætlanin kostar góðar sjey milliónir at seta í verk.
Og hóast øll tingfólk tóku undir við ætlanini, vóru tað fleiri, sum reistu iva um fíggingina.
Tey stúra fyri, at politikarar fara at bakka, tá ið tað kemur hartil, at integratiónin skal vísast í verki, og peningur skal játtast til endamálið.
Tað vóru eisini fleiri politikarar, sum tvíhildu um, at skal peningur játtast til endamálið, má tað ikki henda, at peningurin verður skarvaður av játtanini til skúlaverkið, almannaverkið, og aðrastaðni, sum longu frammanundan eru hart fyrispent.
- Integratiónin má vera eitt øki, sum verður raðfest og tí má talan vera um eina eykajáttan til øki, sigur Kári P. Højgaard.
Sjálvur staðfestir hann, at aðalorðaskiftið vísti, at full semja er í løgtinginum um ein føroyskan integratiónspolitikk og tískil hevur hann stórt álit á, at integratiónin ikki druknar í berari vælvild, men at peningurin verður játtaður til endamálið.
Hinvegin gjørdi Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í skúlamálum, eisini greitt, at skúlin er so hart fyrispentur, at skal virksemið í fólkaskúlanum økjast við serligum tilboði til útlendsk børn, sum talan er um, má fígging fylgja við.
LES EISINI GREININA: Kostar 7,2 milliónir
LES EISINI GREININA: Mugu taka støðu til flóttafólk í Føroyum
LES EISINI GREININA: Mugu krevja at útlendingar skulu læra seg føroyskt
LES EISINI GREININA: Skulu ikki bara koma til Føroya at fylla sær búkin