Politikkarar mugu eisini revsast

Bjørn á Heygum heldur, at tíðin er komin at onkur verður ákærdur fyri brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna, at revsa onkran til ávaringar, tí tað hendir alt ov ofta, at politikkarar bróta lógina uttan at tað fær nakrar avleiðingar.

— Einki annað samfelag hevði staðið modell til tað, sum gongur fyri seg, men í Føroyum fær einki fylgir, sigur Bjørn á Heygum.

 

 

Hesa ferð er tað avgerðin hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, at rinda pedagogunum í verkbanni løn. Bjørn á Heygum sigur, at tað hevur hon als onga heimild til at gera og eftir hansara tykki er tað brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

— Vit eru ikki von við, at nakað fær avleiðingar í Føroyum. Tú kanst forbróta teg sum tú vilt móti almennum reglum, nærmast uttan at nakar rættir hond frá síðu fyri at fáa tingini í rætt lag, sigur Bjørn á Heygum.

 

Bjørn á Heygum dregur linjur aftur til 80’ini, tá álvarslig brot vóru gjørd á galdandi lóggávu sigur hann.

— Peningur bleiv útgoldin í hundraðtals milliónum uttan nakra heimild, veðhald vóru givin uttan nakra heimild. Landskassin leið eitt ovurhonds stórt tap upp á milliardir, orsaka av lógloysi og skilaleysum avgerðum frá landsins myndugleikum. Og faktum er, at tað fekk ongar avleiðingar, greiðir Bjørn á Heygum frá.

 

Bjørn á Heygum sigur, at tað er ein ávís orsøk til at vænta, at ting skulu vera annarleiðis í dag.

- Síðani tá, í 1996, hava vit fingið lógina um ábyrgd landsstýrismanna. Tað vil siga, at ein landsstýrismaður nú kann dragast til svars fyri sínar handlingar, í fall at hann handlar í heimildarloysi, brýtur lógina ella annað, sigur hann.

 

Tað er tó ein trupulleiki – hóast lógin hevur verið í gildi síðani 1996, er eingin ákærdur fyri brot á lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

- Vit kunnu kortini staðfesta, at nógv lógarbrot eru framd í hesum tíðarskeiðnum, har tað fyrst og fremst snýr seg um man ikki virðir almennan pening sum sín egna, og har man ikki heldur seg til teir karmar og tær heimildir, sum man skal virka innanfyri. Man rindar pening út uttan at hava mandat, uttan dekning, og tað er hent í fleiri førum. Tað er beinleiðis lógarbrot, sigur Bjørn á Heygum.

 

Í Vikuskiftissosialinum í dag nevnir Bjørn á Heygum tríggjar støður, sum hann heldur lýsa, at vit gera mun á politikkarum og vanligum borgarum.

Hann heldur ikki, at politisku avleiðingarnar, at fara frá ella fáa minni undirtøku við næsta val er nokk.

- Fólksins dómur er ikki nokk, tá talan er um lógarbrot. Tað má fáa avleiðingar fyri politikkarar á sama hátt sum fyri privatfólk. Vit skulu ikki gera mun á politikkarum og vanligum fólkum, tá talan er um lógarbrot, men tað gera vit í dag, tá vit siga, at ákæra einans kann reisast av teirra egnu, og ikki av einum uttanveltaðum stovni, sigur hann.

 

Les alla samrøðuna í Vikuskiftissosialinum.