Politikkur er at vilja broytingar

Mangan verður tikið til, at politikkur er at vilja fremja broytingar í samfelagnum

Mangan verður tikið til, at politikkur er at vilja fremja broytingar í samfelagnum. Hvørjar hesar broytingarnar verða, er alt eftir, hvørjir politiskir flokkar seta út í kortið. Teir borgarligu vilja hava broytingar, sum tæna teimum fáu vælbjargaðu, meðan vit javnaðarfólk vilja hava broytingar, sum fyrst og fremst tæna fjøldini. Tað er væl aðalmunurin millum okkara politikk og so politikkin hjá øllum hinum.

Haraftrat hava vit, so løgið tað ljóðar, politiskan flokk, sum als ikki vil fremja nakrar broytingar av nøkrum sum helst slag. Tað er fyri teir eitt mál í sær sjálvum.

Reyði tráðurin í okkara politikki, eisini tá tað snýr seg politisku ávirkanina á Fólkatingi, er, at tað er trivnaðurin, livilíkindi og møguleikarnir hjá tí einstaka føroyinginum, sum fær okkara hægsta prioritet. Henda politiska málsetning okkara selja vit ikki til frama fyri smartar, lættar loysnir.

Tað, sum er vunnið á hesum øki, er gjørt í einum longum og strævnum stríði, men vit mugu framhaldandi vera á varðhaldi, at hesi virði ikki verða kollsigld av borgarligu kreftunum, sum uttan mun til, hvussu ósamdar tær annars tykjast vera, so eru tær tó samdar um, at vælferðin hjá okkara fólki hevur ein alt ov høgan prís.


Góðu veljarar

Mangan hevur verið kjak í Føroyum um týdningin av at hava tvey fólkatingsumboð. Serliga hava tjóðveldisfólk hildið, at hesir sessir áttu at verið tiknir av, tí í botn og grund taka teir ikki undir við verandi skipan millum Føroyar og Danmark. Eisini hava vit hoyrt formann floksins siga, at teir vilja bert brúka sessin til at greiða dønum frá ynskinum um loysing og stovnsetanini av Tjóðveldinum Føroyar. Stutt og greitt. Men hvussu skulu danskir politikkarar taka støðu til slíkt, tá vit føroyingar langt frá eru samdir. Og hvat skal so restin av tíðini brúkast til?

Sjálvstýrsiflokkurin hevur eisini mangan sagt tað sama um fókatingssessirnar.

Men nú tykist vera vent í holini, tí júst hesir flokkar eru nú grammari enn aðrir fyri at fáa eina umboðan á danatingi.

Javnaðarflokkurin hevur ta áskoðan, at so leingi vit hava ta skipan, sum vit hava, og sum gevur okkum hesi rættindi, so skulu vit sjálvandi gera brúka av teimum. Politikkur er eisini at nýta eitthvørt høvið, sum býðst, til tess at vinna tínum áhugamálum frama. Tí er Javnaðarflokkurin heilhjartaður eisini hesa ferð í stríðnum fyri at vinna henda sessin aftur, sum vit mistu við seinasta val.

Politikkur er at ávirka viðurskiftuni. Tí skilti eg ongantíð ta støðu, sum fleiri av teimum flokkum, sum nú bjóða seg fram høvdu, tá Poul Nyrup Rasmussen vitjaði Føroyar í januar. Hvørki Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin ella Fólkaflokkurin gjørdu brúk av einum møguleika, men teir pakkaðu seg burtur sum fornermaðir smádreingir.

Í politikki loysir tað seg aldrin at vera fornermaður. Hvat er styrkin hjá einum politikkara ella hjá einum politiskum flokki, sum ikki torir inn í ein dialog við mótpartin. Dialogurin er okkara fremsta amboð í politiska arbeiðinum.

Hvat megnaði ikki Kofi Annan við samráðingum við bølmenni Saddam Hussein. Hann fyribyrgdi einum kríggi. Og so ganga føroyskir politikkarar runt og vilja ikki tosa við Nyrup, men skulu eitast at vera fornermaðir. Men hvat gera teir somu fólk nú, jú tey bjóða seg fram til at fara niður á Fólkating, har Nyrup ivaleyst eigur nógvar lagbrøðir.

Javnaðarflokkurin tók fund við forsætismálaráðharran, og andlit til andlit lósu vit honum lesturin.

Eitt annað úrslit av hesum fundi var eisini, at eitt javnaðarumboð á Fólkatingi ikki er bundið av nøkrum tingbólki, men kann fult og óheft umboða føroysk áhugamál.

Góðu føroyingar. Javnaðarflokkurin metir tað av størsta týdningi, at tær støðutakanir, sum vit hava havt, sum vit í løtuni hava, og tær sum vit fara at taka, allar hava tað til felags, at reyði tráðurin er sjónligur.

Ein reyður tráður, sum er spunnin av umsorgan og solidariteti við fólkinum øllum, men serliga við teimum veiku í samfelagnum. Ein reyður tráður, sum er spunnin av, at teir ágóðar, sum okkara land gevur av sær, er okkara felags ogn. Ein reyður tráður, sum er spunnin av, at tær skyldur, sum okkara land hevur brúk fyri, tær eru vit felags um at lyfta alt eftir okkara førimuni.

Lat henda reyða tráðin binda okkum saman, lat henda reyða tráðin verða hann, sum bindur hesa og nýggju øldina saman. Lat henda reyða tráðin koma koma til sjóndar valdagin 11. mars.


Gott val