Marianne Jelved, búskaparráðharri - bæði gløgg og ikki løtt at imponera ? with a stiff upperlip?- helt fyri, at her var helst nakað, sum var vert at hugsa um hjá fleiri.
Talan er at finna í Dagblaðnum tann 16.11.1998. Á síðu 2, og so frammarlaga í frílynta málgagninum sleppur ikki hvør sum helst.
Talan inniheldur fyrst nøkur dassleidd dømi úr gerandisdegnum, og síðani verður spurt beint fram:
?Har vi politikere ikke totalt glemt, hvad vi egentlig er valgt til? Bl. a. i realiteten at tjene vort folk? I stedet for at bekrige hinandens partier?
Bunder dette i ren uduelighed?
Lad os huske, at folket skal forvente sig meget af os.?
Jú, sært tú ,hetta eru orð , sum bæði Palleba og vit vanligu veljarar kunnu forstanda. Og táið okkara fólkavaldi talsmaður hevur frímóð nokk til at bera hetta fram millum bærilig fremmandafólk í hesum høga Ráði, so má væl nakað av virði vera í hesum,eisini hjá onkrum øðrum at dvølja við undir meira heimligum hválvi. Annars er mann ov burturblíður.
Spurningar í Tinginum
Tað er nú blivið ein óvani í Tinginum at spyrja landsstýrismenn um alt møguligt, sum saktans kundi verið svarað uppá millum samgongulimir undir onkrum húsahjørni ella í ?skemtisalinum? à tinghúsloftinum. At andstøðan spyr, sum er úti í kuldanum, er púra natúrligt; men táið samgongulimir kropp av kroppi gera hetta, er tað helst mest fyri at? markera? seg, og tá er tað ofta ein sjónleikur.
Veljarin spyr
Tí skal mín spurningur vera stuttur, og kann hann saktans verða svaraður eftir einum fyrraparti av teim, sum halda at sjálvsrannsakan er í tørvi. Umframt at tað hevur verið lívsneyðugt fyri okkara forfedrar støðugt at rógva aftur á miðið.
?Hvussu nógv fólk starvaðust eitt nú:
a)Í miðfyrisitingini í Tinganesi ,
b)hjá Landsverkfrøðinginum og
c)í Skúlafyrisitingini , fyri einum 15-20 árum síðani?
d)Og hvussu nógv starvast har í dag??
e)Og ?Var landið munandi minni tá, enn tað er nú? Fólkatalið væl minni? Barnatalið eisini minni??
Teir, sum leiddu hesi málsøki tá, vóru Johan Djurhuus, Mikkjal Helmsdal og Arne Juul Arnskov. Teir báðir fyrru hvíla longu nú undir grønu torvu, men tann seinasti gongur enn fryntligur og blíðoygdur á havnargøtum. Tann, sum leitar, finnur.
Viðmerkjast kann, at tílíkar undanførslur, sum, at nú krevst meiri fólk til taks til at svara uppá kunstigar fyrispurningar í Tinginum. Ella at lærarar meta, at tað er so avgjørt neyðugt , at geva Anders And & Co út á føroyskum við professarahjálp, tær eiga ikki at góðtakast.
Innannøring (indavl)?
Mann kundi eisini spurt, um vakstrarvánir skúlaverksins stava frá, at vit hava havt so dygga umboðan av lærarum ? eisini úr barna- og studentaskúlunum ? à Tingi og í Landsstýri øll árini?
Og hevur umsitingin í Tinganesi livað í so nær uppat teim fólkavaldu, og av hesum havt tey so væl niðri í ?rullupylsupressuni?, at tað bara er at snara floymøtrikkarnar ein umdreyning, fyri at fáa tey (rínandi og hvínandi) at seta fleiri fólk í starv? Umfamt at lata onkran stilltigandi koma inn gjøgnum bakdyrnar?
Ikki tí , ongin hevur sum so nakað ímóti, at almenn umsiting er og tað góð; men ongi mál verða loyst ella fullveldi framt við veruleikafjarari talu.
Tí veruleikin er; at skal okkara land gerast bíligari at reka, og nakað frælsi fremjast, so eigur fyrst og fremst at verða hugt at teim stovnum og sektorum, sum hava havt ein ótálmaðan vøkstur, og so skera fyrst har, um neyðugt.
Og hinvegin lata teir, sum støðugt hava minkað og tó hava fungerað, fáa frið og fjálgan. Sjálvt Glistrup plagar ar siga: at tú broytir ikki eitt fótbóltshold sum vinnur.
Talandi tøgn
Demokrati og dialogur hoyra nú einaferð óloysiliga saman. Tí kennist tað herskið fyri mangan fólkafloksveljara í hesum døgum, at okkara liberali, frísinnaði fólkaflokkur ikki hevur annað at borðreiða við í sambandi við jólauppsøgn landsverkfrøðingsins, enn ein Ku Klux Klan-kendan óhugna og tøgn frá Óla Breckmann, formanni, og svidnaroykin frá rundsagunum á albogunum hjá Finnboga Arge eftir ortodoksum kommunistiskum leisti.
Føroya søga kennir til tveir merkisverdar jólafundir, 110 ár eru ímillum. Á tí fyrra møttust frælslyntir menn fyri at byggja upp okkara mál, land og sjálvsvirðing. Á tí seinna møttust sokallaðir ?frælslyntir? menn upp fyri at knúsa ein tann besta stovnin, vit hava átt. Hetta er bara veruleikin.
Talan at enda
Latum okkum tí, í einsemi hvør sær til eftirtektar ella á sársaka, dvølja við toruraddaða talaran í tøgn í Norðurlandaráðnum eina stund afturat:
?Det bør understreges, at folket ønsker:
ikke uendelige akademiske rapporter, men handling!
Ikke intetsigende udvalgsarbejde og snak, men resultater!
Således er det på høje tid, at vi kobler hjerne og hjerte sammen til en skabende enhed, hvilket giver os alle mere.?
Og nú verður bíðað í spenningi eftir, hvussu okkara álitismenn roynast í verki - -. Og ikki at gloyma, at verk teirra skulu fylgja teimum.
Vinarliga
Arnstein Niclasen
25.02.99