Politiskt maktarloysi

Oddagrein:

Tað eru trettan mánaðir síðani, at vit seinast vóru á løgtingsvali. Síðani tá eru tvær samgongur skipaðar, og síðani tá hava allir flokkarnir í tinginum - undantikið Sjálvstýrisflokkurin - sitið í samgongu. CHE samgongan sat í eitt hálvt ár, og nú fer tað skjótt at verða eitt hálvt ár síðani, at seinna ABC samgongan sá dagsins ljós.

 

Stýrisskipanarlógin sigur, at løgtingsval skal verða fjórða hvørt ár. Tað vil siga, at um val ikki verður útskrivað av øðrum ávum, so verður løgtingsval um knappliga trý ár. Um tað verður í januar 2012, ella um tað verður upp undir ársskiftið 2011 er ein onnur søga, sum tað er ivaleyst av tíð at umrøða og taka støðu til. Undir øllum umstøðum eru tey, sum sita við ábyrgd, neyvan áhugað í, at tann støðan kemur í aftur, sum var upp undir jól í 2007, tá ið ein rúgva av lógaruppskotum fullu burtur, tí ætlanir um at broyta formligar ásetingar ikki vunnu frama.

 

Í politikki eru trý ár eitt langt tíðarskeið. Seinastu dagarnir hava verið eyðkendir av politiskum turbolensi. Landsstýrisfundurin fyrrapartin hósdagin endaði ikki, sum tað var lagt upp til. Í hesi vikuni skulu lógaruppskot, sum skulu viðgerast í hesi tingsetuni, sendast løgtingsskrivstovuni. Ætlanin var, at stórur stakkur hósmorgunin skuldi avgreiðast frá landsstýrinum og til løgtingsskrivstovuna, men orsaka av viðger ella orðadrátti um akutt mál varð einki mál avgreitt.

 

Í blaðnum fríggjakvøldið var høvuðssøgan, at Javnaðarflokkurin hóttir við at slíta samgongusamstarvið. Formenninir í samgonguflokkunum hava síðani tá spælt spyrjandi, undrandi og óvitandi, tá ið teir hava verið konfronteraðir við hesa søguna. Sjáldan ríkur av ongum brandi, og í vikuskiftinum og í dag hava útmeldingarnar verið nógvar.

 

Í morgun vildi Sjálvstýrisflokkurin hava játtanina í íløgukervið flutta í undirvísing, gransking, sosialar veitingar og heilsuverkið. Bíðirøðin at seta munnligar fyrispurningar er so long, sum hon plagar at vera upp undir val, og í morgun trumfaði formaðurin í tingbólki Fólkafloksins: Samgonguflokkurin, sum ongantíð vildi hava nakað við samhaldsfasta at gera, krevur nú, at útgjaldið skal hækka. Partapolitisku hegnpelarnir verða trýstir niður. Eingin vil vera verri fyri enn nakar annar, um tað skuldi komið har til, at val verður útskrivað.

 

Og so er spurningurin, hvat politiska leiðslan sigur og ger. Tað er ilt at fáa eyga á. Løgmaður tosar um samgonguskjalið og Europa, fólkatingsmaðurin hjá Sambandinum tosar um ES limaskap, uttanríkisráðharrin tosar um EFTA limaskap. Um alstóru innanlands trupulleikarnar sigur samgonguleiðarin einki, og samgongan rekur á havinum sum eitt skip í ódnarveðri uttan kumpass og uttan kós.

 

Tað kann gott vera, at samgongan fer at larra víðari, men politiski turbolensurin boðar ikki frá stórum tøkum, nú síðsta freist fyri at leggja uppskot fram í hesi tingsetuni bara er nakrar dagar burtur.