Politiskur fundur í Vestmanna í kvøld

Almennur politiskur veljarafundur í auluni í Vestmanna Skúla í kvøld klokkan 19:30. Tað eru lokalfeløgini hjá politisku flokkunum í Norðstreymi, sum skipa fyri.

Valevnini fáa høvi í tveimum stuttum umførum at leggja teirra sjónarmið fram, og áhoyrararnir fáa eisini høvi at seta spurningar til valevnini.

Orðstýrari verður Uni Holm Johannesen.

Øll eru vælkomin, heilsa fyrireikararnir.