Politiskur valfundur á Skúlatrøð í Klaksvík

Nú sjómannadagar eru í Klaksvík verður skipað fyri politiskum valfundi í annaðkvøld klokkan 20 í skúlanum á Skúlatrøð. Valevnini í Norðoyggjum fara at greiða frá og svara spurningum

Øll valevni, sum eru uppstillað í Norðoyggjum, fáa høvi og nakrar minuttir at siga teirra hjartans meining, nú løgtingsvalið stundar til, verður sagt í skránni fyri Sjómanandagarnar.

Tá ið tíðindaskrivið varð skrivað, vóru trý fólkafloksvalevni, tvey sambandsvalevni, fýra javnaðarvalevni, tvey sjálvstýrisvalevni, trý tjóðveldisvalevni og eitt miðfloksvalevni til dystin fús.

Valevni úr Norðoyggjum eru skilmarkað soleiðis, at tey eru uppstillað av valfeløgum í Norðoyggjum, verður sagt í skrivinum.

Áhoyrarar kunnu seta spurningar til valevnini bæði munnliga og skrivliga.

Jóhann Lützen, samfelagsfrøðingur og stjóri á Norðlýsinum, verður orðstýrari.