Pólland fyrireikar seg uppá, at tað kunnu koma fleiri hundraðtúsund flóttar til landið – kanska milliónir – um kríggj brestir á í Ukraina.
Tað sigur ríkisskrivarin hjá pólska forsetanum, Andrzej Dera, sambært týska miðlinum Tagesschau.
Ógreitt er, hvussu nógvir flóttar fara at leita sær úr Ukraina, um kríggj brestir á.
– Fyrstu flóttafólkini fara til Póllands og Rumenia, sum eru næstu grannar hjá Ukraina.
– Vit fyrireika okkum upp á tað, sjálvt um tað trupult at siga, hvussu umfatandi tað verður. Tað kunnu verða hundrað túsundavís og upp til nakrar milliónir, sigur Andrzej Dera.
Amerikanska stjórnin hevur í dag sagt, at tað kann tað kann koma til eitt álop frá Russlandi á Ukraina í hesi vikuni.
Í eini røðu til tjóðina í gjárkvøldið segði forsetin í Ukraina, Volodimir Zelenskij, at hann hevur frætt, at í morgin kann gerast dagurin, har Russland ger innrás í landið.
Bæði minni og størri býir í Póllandi eru bidnir um at finna støð, har tað er gjørligt at hýsa ukrainskum flóttafólki, skrivar Tagesschau.
/ritzau/