Akkurát spælt EM-fótbólt – nú er hann í Føroyum

Polski landsliðsleikarin Grzegorz Krychowiak tekur sær í hesum døgum av løttum í Føroyum

Tá Pólland mikukvøldið tapti á Svøríki í seinasta dysti í EM-bólkaspælinum, fekk polski landsliðsleikarin Grzegorz Krychowiak eitt hugskot.

 

– Eg fari ein túr til Føroya at slappa av, hugsaði hann sama kvøld.

 

Tveir dagar seinni, altso fríggjadagin, var Grzegorz Krychowiak í Vágum. Hann kom saman við sínum tveimum brøðrum og unnustu einum teirra. Teir tríggir brøðurnir plaga at ferðast saman. Og nú hava teir so lagt leiðina til Føroya. Teir verða her inntil sunnudagin, tá teir fara heim aftur.

 

Sabina Poulsen er umboð fyri polakkar í Føroyum, og hon tók ímóti Grzegorz og hinum trimum. Hon fortelur, at Grzegorz Krychowiak hevur leingi kent til Føroyar, og Føroyar hava verið á hansara "bucket-list" av londum, hann gjarna vil uppliva.

 

Serliga vildi hann gjarna sleppa at síggja Bøsdalafoss, Múlafoss, Sørvág og Kalsoynna. Hann og brøðurnir vóna eisini, at grind verður, tí tað vilja teir gjarna uppliva.

 

##med2##

 

Her skrivar Grzegorz Krychowiak autograf til Sabinu Poulsen og børn hennara (Mynd: Sabina Poulsen)

 

Sum skilst hevur polski landsliðsleikarin notið dagarnar í Føroyum higartil, og tey fegnast um góða veðrið, sum var í gjár.

 

##med3##

 

Sabina og Grzergorz. Sabina gav honum eina bók, sum hon hevur skrivað um Føroyar. Bókin eitur "Wyspy Owcze z pierwszej ręki" (Mynd: Sabina Poulsen)

 

Grzegorz Krychowiak er fastur partur av polska landsliðnum, og hann hevur spælt tveir dystir í EM-endaspælinum nú. Hann fekk reyða kort í fyrsta dystinum, sum var móti Slovakia. Tí var hann ikki við í dystinum móti Spania, sum endaði 1-1. Hann var við aftur í tí sera spennandi dystinum móti Svøríki mikudagin, sum endaði 3-2 til sviar. 

 

Grzegorz Krychowiak spælir annars vanliga við FC Lokomotiv Moskva, sum spælir í bestu deildini í Russlandi. 

 

##med4##