Poppkorn feirað við pyjamas­party

Gentubólkurin Poppkorn, ið hevur tikið serliga tey ungu í Føroyum á bóli, vann heiðurin og Planetina sum besti nýggi bólkur við Planet Galla kvøldið farna leygarkvøld

 Tað var ófatuliga stórt. Eg haldi vit fataðu tað ikki fyrr enn dagin eftir.
Soleiðis sigur Lillian úr Poppkorn, tá vit ringja til henn­ara mikudag og hon hevur havt tíð at koma niður á jørðina aftur, eftir at hava sveimað millum planetirnar.

Tað vóru fleiri stór og góð nøvn í uppskoti til besti nýggi bólkur.
 Vit høvdu slett ikki væntað hetta. Ongin av okkum hevði hugsað hetta. Tað er stórt at vinna og hetta ger, at vit verða minstar aftur og ikki minst hevur hetta ávirkan á eftirspurningin eftir okkum, tí hann økist í hvørjum, sigur Lilian.
Cool
Og at tað var Johnny Deluxe, ið handaði heiðursplanetina, gjørdi ikki upplivingina verri fyri ungu genturnar í Poppkorn.
 Tað var cool. Teir eru stór fyrimynd. Tað var cool fyri okkum allar, at tað var Johnny Deluxe, ið handaði Planetina, sigur Lillian.
Føðingardagur í Pyjamas
Tá tær í Poppkorn komu til Sands í vikuni, var stór móttøka í Virkinum á Sandi. Borgarstjórin helt røðu og tey vaksnu fingu kaffi og køkur og børnini sunkist og sjálvandi poppkorn.
Og Lillian fyllir 16 ár í hesum døgum og allar dámurnar í bólkinum hittast hjá henni til pyjamasparty og tær sova saman hetta kvøld.
Jú vinkonurnar í Poppkorn hava beinini á jørðini, hóast tær vóru tiknar upp millum planetirnar leygarkvøldið.
Í uppskotið til ársins nýggji bólkur vóru eisini Marius, Petur Pólson, The Dreams og Lama Sea.