Í morgin er 16. sunnudagur eftir trinitatis. Hesin sunnudagurin er ein serligur sunnudagur fyri fólkið í Porkeri, sum í morgin fer at hátíðarhalda 150 ára dagin fyri Porkeris kirkju.
? Hátíðarhaldið byrjar klokkan 12.30 við gudstænastu, sigur Hilmar Bech, sum í ár eisini kann hátíðarhalda, at hann hevur verið deknur í Porkeri 30 ár.
? Vit hava flutt gudstænastuna til 12.30, fyri at fólk norðanfjørðs eisini skal hava høvi at vera við. Annars er kirkjugongdin vanliga á middegi. Við til gudstænastuna vera bispur, dómpróstur og teir prestar, ið fyrr hava starvast her.
Tað vera presturin Heri Joensen og Hans Jacob Joensen, bispur, sum fara at halda gudstænastuna. Síðan verður felagssangur og kirkjukórið Ljómur fer at syngja.
? Jóhannus A. Næs, sum hevur verið lærari og deknur her, hevur yrkt ein nýggjan sálm til hátíðarhaldið, og tann sálmurin verður sungin, sigur Hilmar Bech.
Aftaná verða øll boðin í skúlan til døgurða - og har eru øll hjartaliga vælkomin, sigur Hilmar Bech.
Um kvøldið verður aftur farið í kirkju. Tá verður altargongd við Jónsvein Bech, presti á Nesi, sum er ættaður úr Porkeri.
? Vit hava sætt fram til dagin við spenningi, greiðir Hilmar Bech frá ? og vit vænta nógv fólk uttanifrá eisini. ? Eingin skal fara svangur higani, tey skulu bæði verða mett tímiliga og andaliga, leggur hann afturat.
Kirkjan fríðkað
Í sambandi við hátíðarhaldið hava tey eisini fríðkað um kirkjuna. Hon er tjørað við koltjøru - seinnu árini hava tey annars málað hana við svartari máling - vindeyguni eru málað og so hava tey eisini fingið eina hátalaraskipan í kirkjuna, fyri at tað skal hoyrast betur.
? Hesa skipanina hava vit tosað um í nógv ár, sigur Hilmar Bech. ? Nú hildu vit at høvið hóskaði.
Við hesi skipanini fáa tey loyst fleiri trupulleikar. Hátalarar eru settir upp í kirkjuni, í forkirkjuni og eisini er hátalari, ið hann flytast útum, eitt nú til jarðarferðir, ella tá fólkið annars ikki rúmast í kirkjuni. Eisini hava tey fingið hoyritól, sum fólk kunnu sita við, ið ikki hoyra so væl.
Bók um kirkjuna
Í sambandi við hátíðarhaldið, hevur kirkjuráðið givið út ein bókling um kirkjuna. Tað er Mannbjørn Olsen, lærari, sum hevur skrivað tekstin. Ritstjórnað bóklingin hava Heri Joensen, Zacharis Bech og Magnus Hansen saman við mannbjørn Olsen. Uppgávan hjá ritstjórnini hevur, sum sagt verður í formælinum, verið at savna upplýsingar, knýta leystar endar í tekstinum og at fáa til vega myndir.
Í formælinum verður eisini sagt:
16 sunnudagur eftir trinitatis í ár eru liðin 150 ár síðan kirkjan í Porkeri varð vígd.
? Kirkjur hava í øldir hvør eftir aðra staðið her í kirkjumýruni, og her hava fólk leitað saman um Harrans orð og altarborð. kirkjan hevur verið og er karmur um gleðisøgur og sorgarstundir, og síðani kirkjan fekk klokku, hevur hon trúliga kallað á gomul og á ung um at leita í Harrans hús at hoyra boðskapin um Guðs náði og frelsu.
Í bóklinginum, sum telur 80 síður, er nógvar myndir bæði gamlar og nýggjar. Umframt myndir av kirkjuni og bygdarmyndir, eru myndir av prestum, kirkjutænarum og kirkjuráðslimum. Teksturin sigur frá søguni hjá kirkjuni frá tí, hon varð bygd og fram tl 150 ára dagin.
Seinast í bóklinginum er ein grein, sum Moe prestur hevur skrivað. Her sigur hann frá, tá hann sum ungur studentur á sumri 1904 kom til Føroya at ferðast og av tilvild kom at halda prædiku yvir Charlottu Danielsen, sum doyði á barsilssong við tí 11. barninum. Minningarorðini, sum Jóhs. Andr. Næs skrivaði um tann gamla deknin, Zacharias Bech - Skómakaran í Hólinum, eru eisini við í bóklinginum.
Bóklingurin um krikjuna í Porkeri kostar 125 krónur.