Porno eisini gott
Napoleon Hansen, Kioskin við Toftagjógv á Toftum:
? Pornobløð eru so ymisk. Eitt blað sum Rapport kann sum einki seljast. Men nógv annað er ov óveruligt og andstyggiligt.
? Eg haldi, at pornografilógin væl kundi verið broytt. Sjómenn spyrja ofta eftir slíkum bløðum, og eg vænti, at man kundi selt nokk so fitt av teimum. Tað ávirkar ikki moralin hjá fólki, bara smábørn verða hildin burtur frá tí, so er í lagi.
? Vit eiga at minnast til, at nógv, sum verður sent í sjónvarpi er nógv vemmiligari enn porno. Fólk verða sprett upp, og tað er ikki ólógligt.
? Eg hevði heilt vist selt minst líka nógv Rapport, sum Ude og Hjemme. Toftafólk høvdu væl torað at keypt sær eitt slíkt blað. Men summi høvdu fingið ilt av tí. Missiónin er sterk her, og eg veit ikki, hvussu hon taklar slíkt.
Napoleon er púra ósamdur við tey sum siga, at sjómenn hava tikið skaða av at pornobløðum ella bókum.
? Teir grinu at einum sjómanni, sum var so forferdiliga forliptur í einari av hesum bókum. Tá ið skipið kom heim aftur, leyp hann í land og niðan til konuna, og so nógv stóð á, at hann hevði ikki tíð at binda skipið.
? So okkurt gott er eisini í tí...
Oyðileggur moralin
Í handlinum Hjá Pidda á Toftum stendur eigarin, Hanus Lómstein. Hanus heldur, at porno eigur at vera forboðið, tí hann sigur seg sjálvur hana sæð hvussu pornobløð kunnu oyðileggja moralin hjá monnum:
? Eg havi verið sjómaður fyrr og havi sæð, hvussu mennirnir hava ligið og gotta sær við tí! Og so koma teir í skúrin aftur, og tú fært teir ikki at tosa annað prát, fornuftigt prát, sigur Hanus.
? Tað haldi eg er galið. Tað er so nógv annað at tosa um enn um nakið konufólk og tað seksuella. Skulu vit byggja okkara lív uppá seksualitet, so er tað grúiliga fátækt.
Fólk hava brúk fyri strongum lógum, heldur Hanus og sigur, at eitt blað sum Se & Hør ikki hevði fingið innivist í hansara handli.
Hanus viðgongur, at tað kann tykjast dupultmoralskt, at samfelagið øðrumegin bannar porno í sølubúðununum, men hin vegin einki ger við porno í sjónvarpi og á internetinum.
? Tú kanst altíð skrúva fyri sjónvarpinum, um tað er okkurt har, sum tær ikki dámar. Eg hoyri tey siga, at tað er frítt á internetinum, og tað haldi eg kann gera okkum stóran skaða. Eg vildi ynskt at mann eisini kundi steðga tí.
Forboð eru vandamikil
Í handlinum Fa. Esmar Olsen í Hósvík stendur eigarin Jóannes Olsen. Persónliga heldur Jóannes, at porno eigur at vera meira ella minni frítt. Men sjálvur hevði hann ikki selt pornobløð í sínum handli:
? Eg tími bara ikki at forarga teir góðu gomlu kundarnar. Teimum hevði ikki dámt tað, sigur hann.
? Eg haldi, at mann skal hava loyvi at selja hatta í Føroyum. So mugu handilsfólkini sjálvi velja um tey vilja selja tað, sigur Jóannes, sum óttast fyri at forboðslógirnar sláa bakk:
? Tað nyttar einki við forboðslógum. Tað kann vera hassj, brennivín ella smuggling. Tað verður bara spennandi hjá summum, tá ið tað er forboðið.
? Tað var forboð fyri at selja brennivín, men tað elvdi bara til heimabrygging, spritt og alt møguligt, ávarar handilsmaðurin í Hósvík.
Nýtið hugflogið
Í kioskini á bensinstøðini í Skálabotni stendur Diana Joensen. Diana arbeiðir bert í kioskini, men stóð tað til hana vóru pornobløð óneyðug, tí tey als einki hava við veruleikan at gera.
? Hetta er frástoytandi. Gamaní hava fólk atgongd til mangt, men eg dugi ikki at síggja, hví mann skal fara út á allar geilar við hesum, sigur hon, tá ið hon blaðar ígjøgnum blaðið við teimum nøsku myndunum.
Diana ásannar, at moralurin er nógv broyttur síðani 1930, tá ið pornografiforboðið kom. Hinvegin heldur hon, at frílyndi eisini hevur tikið yvirhond.
? Alt blívir bara meira og meira »nattúrligt«. Konufólk saman við konufólki. Mannfólk saman við mannfólki. Tað er keðiligt, at tað er komið so langt, at vit bara skulu góðtaka alt, sigur Diana Joensen, sum heldur, at fólk mugu eisini brúka sítt egna hugflog.
? Hvør einstakur hevur sín tørv og sítt egna hugflog. Tað nýtist okkum ikki at hava slík bløð til, slær hon fast.
Kundarnir rýma
Í Handlinum hjá Haraldsen í Fuglafirði stendur Kristian Suni Jensen, vanliga nevndur Bassi.
? Persónliga haldi eg, at tað má vera hvørjum frítt um tey vilja lesa pornobløð, men eg ivist í um áhugin er so stórur millum okkara kundar. Teir kundar, sum høvdu komið, um vit seldu porno, eru ikki kundar, sum vit satsa upp á.
Hvør vil hava porno?
? Fólk í øllum aldri. Men porno hoyrir neyvan til vanligt innkeyp. Eg vænti, at vanligum fólki ikki fer at dáma, at porno liggur frammi í handlinum.
Hevði tú ikki kunnað havt tað undir diskinum?
? Nei. Lógin skal vera í trá við tíðina, men eg verið ikki undangongumaður á pornoøkinum. Fólk skulu ikki teska sínamillum, at nú er Haraldsen farin at selja pornobløð. Tað kann tykjast eitt sindur dupultmoralskt, men eg fari ikki at selja porno.
Stutt eftir samrøðuna ringdi Bassi til Sosialin og bað blaðið leggja dent á, at hann hvørki sum handilsmaður ella privatmaður tók undir við porno.
Porno valdast
Í handlinum Vár í Runavík stendur Hans Petur Ellingsgaard. Hann er heldur, at porno kann flokkast í tveir bólkar: Hart og bleytt. Tað harða vildi hann ikki selt av ótta fyri at missa kundar.
? Bløð sum Penthouse og Playboy áttu ikki at virkað frástoytandi á nakran. Men hetta er desiderað porno og tað hevði eg ikki selt, sigur Hans Petur og blaðar í tí kulørta blaðnum, sum Sosialurin hevur við sær, har einki er dult.
Fyri tveimum ella trimum árum síðani var politiið í kiosk Vár í Runavík og legði hald á júst bløðini Penthouse og Playboy, sum innihalda myndir av naknum konum.
? Vit gjørdu tað sum eina roynd, men eftir øllum at døma hevur onkur havt fortreð av tí og hevur meldað. Men tað undrar meg tann dag í dag, at somu bløð sleppa at liggja frammi í handlum í Havn, sigur hann:
? Tað er møguligt, at mann átti at linkað forboðið so líðandi, so at nakað av tí bleytara slagnum sleppur fram. Men beinleiðis porno eri eg ímóti, sigur kiosk-eigarin í Runavík fast, sum ikki ætlar sær at vera slóðbrótari á á økinum:
? Nei, tað ætli eg mær bestemt ikki at vera.
Svínarí!
Pornografi er eitt eymt mál í Føroyum. Besta dømi um tað fáa vit í eini lítlari bygd, har handilskonan sigur sína avgjørdu meining um pornografiina. Men tá avtornar noktar hon blankt at vera við í almenna kjakinum um pornografilógina.
Vit hava valt at taka samrøðuna við kortini fyri at vísa at hetta sjónarmið eisini er galdandi í kjakinum.
? Tað hevði verið stórt svínarí at selt slíkt, sigur handilskonan.
Hví?
?Tí tað er mín holdningur!
Er nøkur ávís orsøk til tess?
? Blív ikki við!
Er tað nakað við...
? Blív ikki við!!! Eg haldi tað vera virkuliga synd í teimum, sum útstilla seg í slíkum bløðum.
Á alnetinum og í sjónvarpi er porno...?
? Eg avgeri ikki, hvat sjónvørp ella alnetið vísa. Men eg kann velja ikki at selja bløð. Eg fari ongantíð at selja porno. Hvørki undir ella á diskinum!
Er porno skaðiligt?
? Ja, fyri summi.
Hvussu tá?
? Tað vita tit!
Er tað ein negativ ávirkan?
? Ja, kanska.
Hvussu tá?
? Ikki blíva við!
Men á hvønn hátt verður ein ávirkaður?
? Ikki blíva við!!
Kann tað elva til brotsverk?
? Ikki blíva við!!! Tit vita, hvat tað elvir til!
Hvat?
? Ikki blíva við!
Er tað skeiv ávirkan?
? Tað vita tit. Eg selji ikki porno, um so handilin fer á heysin av at lata vera!
Herðið lógina
Børge Jensen eigur matvøruhandilin C.A. Jensen í Kollarfirði. Børge er treytaleyst ímóti porno:
? Bekennir man seg til at vera kristin, so er porno skeivt. Bíblian forsvarar ikki »utugt«. Slík bløð eru skaðilig. Vit hava eina lóg, tí myndugleikarnir skulu halda í nakkan á okkum. Trupulleikin er, at lógin ikki verður handhevjað.
Hevur tíðin ikki yvirhálað lógina nú tað ber til at síggja allar møguligar óterligheitir á alnetinum og í sjónvarpi?
? Nei. Lógin átti at umfata slíkt eisini. Og syrgjast má fyri, at lógarbrot ikki verða framd. Nei, moralurin var nógv frægari í 30-unum. Man kann ikki fara og bakka bara tí moralurin er farin niður. Mørk munnu vera.
Men kann porno ikki vera eggjandi fyri fólk?
? Jú, kanska.
? Er tað ikki gott?
? Gott? Tað veit eg ikki.
Kann eitt pornoblað ikki seta ferð á kynslívið heima?
? Tað mátti ikki verið neyðugt. So er tíð at gevast á hondum!