Pornokongar keypt West Ham

David Sullivan og David Gold, sum báðir hava forvunnið sær milliardir innan blað- og pornoídnaðin, keyptu í gjár meirilutan av partabrøvunum í West Ham. London-felagið hevur leingi verið í fíggjarliga tungum sjógvi, og íslendsku eigararnir hava ikki havt orku at lyfta byrðuna, síðani íslendski búskapurin skrædnaði. Nú hava teir báðir nýggju eigararnir boðað frá, at teir hava eina sjey-ára ætlan, sum skal lyfta West Ham millum tey bestu í Onglandi. Áður áttu teir báðir Birmingham í 16 ár, men serliga David Sullivan duldi ongantíð, at hjartað hjá honum altíð hevur verið hjá West Ham.