HM BÓLKUR D
Portugal gjørdi einasta málið, um kom í dystinum ímóti Angola sunnukvøldið. Portugal var favorittur til at vinna dystin, men tað var eingin sannførandi sigur, hóast Portugal var betra liðið á vøllinum.
Hetta ásannaði málskjúttin Pauleta eisini eftir dystin.
- Fyrsti dysturin er altíð trupul, men vit fingu trý stig, og tað hevur størstan týdning. Vit skulu betra spælið hjá okkum, um vit skulu koma langt í hesi kappingini. Vit mugu veruliga spæla betur enn í kvøld, segði Pauleta eftir dystin.
Luis Figo, sum er liðformaður hjá Portugal, var kosin til besta spælaran í dystinum, meðan Cristiano Ronaldo, sum veðrur roknaður sum størsta vónin hjá Portugal, varð skiftur út eftir eitt misjavnt avrik.
Mexico gjørdi sína skyldu
Hin dysturin í bólki D var ímillum Mexico og Iran, og her vann Mexico 3-1. Roknað varð eisini við frammanundan, at Mexico skuldi vinna dystin, og hóast Iran fór til hálvleik við javnleiki, so gjørdi Mexico sína skyldu í seinna hálvleiki og skoraði tvey mál.
Venjarin hjá Mexico var ikki nøgdur við sínar spælarar eftir fyrra hálvleik, og í hálvleikssteðginum skifti hann tríggjar spælarar út.
Stóri spælarin í dystinum var Omar Bravo, sum skoraði tvey av málunum hjá Mexico.