Positiv hugsan gevur positivt úrslit

Vagnur Johannesen
Signabøur

Um fáar tímar skal veljarin a6vgera, hvør kemur at stjórna kommununi næstu fýra árini.
Sera umráðandi er at velja umboð til býráðið, sum arbeiða fyri allar borgarar í einum positivum anda, tí tær negativu kreftirnar kunnu bert tøla allan framburð.
Nógv er gjørt í okkara kommunu hesa brátt farnu setuna. Ikki tí, okkurt kundi sjálvandi verið gjørt øðrvísi, men tann, sum ongan feil ger, hevur onki gjørt.
Útgangsstøðið fyri at vit øll skulu hava tað gott er at arbeiði er til allar hendur, og tí er umráðandi at vinnan framhaldandi skal hava bestu møguleikar at virka undir, soleiðis at vit øll kunnu fáa aktivera meira av okkara dreymum.
Tað eigur altíð at verða arbeitt víðari á herðunum hjá teim undanfarnu, og um okkurt skal broytast, so skal tað gerast í einum positivum anda til frama fyri kommunu og borgarar.
Tað er sera umráðandi, at kommunan veksur eftir skilagóðum framtíðarætlanum, sum verða gjørdar í tøttum samstarvi við ognarar og avvarðandi myndugleikar.