Posta við nýggjum frímerkjum

Í dag, mánadagin, 22. februar, gevur Posta út nýggj frímerki. Hesi fyrstu frímerkini í ár mynda Føroyar á havsins botni, firvaldar og grind.

Myndirnar av havsins botni hevur Ingi Sørensen tikið í Kvívík og hevur frímerkjaútgávan fingið heitið "Ókendu Føroyar", hetta fyri at varpa ljós á okkara vakra undirsjóvarheim, sum flestu okkara ikki kenna. Fýra postkort við myndum frá havsins botni verða eisini givin út. Virðini á frímerkjunum eru 1,00, 6,00, 8,00 og 12,00 kr.


Firvaldarnar hevur Astrid Andreasen teknað, og eru hesir firvaldar ikki búfastir í Føroyum, men vitja her á sumri úr heitari londum. Í Føroyum eru skrásett í alt 154 ymisk firvaldasløg. Virðini á frímerkjunum eru 6,00, 8,00, 14,00 og 16,00 kr.


Seinasta frímerkið vísir eina grind. Edward Fuglø hevur teknað og er hetta fyrstu ferð at grindahvalur er á føroyskum frímerki. Vit hava tó áður givið frímerki út, ið mynda onnur hvalasløg. Virðið á frímerkinum er 50,00 kr.


Nýggju frímerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo.