Posta hátíðarheldur í dag, at tað eru fjøruti ár síðani, at Føroya Landsstýrið yvirtók føroysku deildina í danska postverkinum.
Men hóast føroyska postverkið hevur fjøruti ár á baki, so hevur núverandi leiðslan onga ætlan um at steðga á og fegnast yvir gomul avrik.
Tvørturímóti ásannar stjórin í felagnum, Jóel undir Leitinum, at stovnurin má áhaldandi hugsa um nýhugsan í eini tíð, har gamla postvirksemi er í harðari kapping við alnetið.
Heldur enn fara í hornatøkur við internetið, so ynskir stjórin at brúka nýggju tøknina til fyrimun fyri Posta. Tað skal gerast við eini nýggjari app.
- Innan nakrar fáa vikur er ein app klár, har fólk m.a. fáa møguleikan at fylgja sína vøru. Tað vil siga, at í tí løtuni pakkin kemur í skipanina hjá Posta, so fær brúkarin fráboðanir hvørja fer hon skiftur hendur.
Appin fer at brúka føroyska skipanin Mínlykil, og lovar stjórin, at tað eisini skal bera til at rinda rokningar við henni.
- Tá tú fær eina rokning ella gjald frá Posta, so kanst tú beinanvegin gjalda tað gjøgnum telefonina, sigur Jóel við Leitinum.
Kanska størsta nýhugsanin er hugskotið Heimkeyp, ið eisini verður í appina.
- Vit hava sagt við heilsølur og handlar, at vit eru klár at koyra matvørur til fólk. Ímynda tær at búgva í Elduvík, og ikki eiga bil. Nú ber til at fáa vøruna til dyrnar. Fyri handlar merkir hetta, at alt Føroyar verður teirra málbólkur.
- Við møguleikanum at keypa á netinum, so er hvar tú býr í landinum, ikki longur ein forðan fyri góða góðsku ella úrval, segði Jóel undir Leitinum.
Stjórin greiddi frá, at tá vøran er bíløgd, so verður hon løgd í termokassar og síðani koyrd út til brúkaran.