Tá nýggja partafelagið, sum skal reka postflutning, er farið til verka, verður møguleiki fyri at fáa avgreitt vanligar posttænastur í bygdahandlinum ella á bensinstøðini, sigur stjórin á Postvekri Føroya, Bergur í Garði.
Nú landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur fingið heimild at stovna partafelag til postflutning, loysir tað Postverk Føroya úr ymsum bindingum og letur upp fyri heilt nýggjum møguleikum. Møguleikum, sum tó hava verið kendir og royndir í grannalodnum okkara í nøkur ár, og sum tykjast virka væl.
Ein møguleiki er, at tá kunnu allar sonevndar fríar avgreislur leggjst út til feløg ella fyritøkur, sum avtala verður gjørd við um at avgreiða hesar.
?Tað vil siga slíkar avgreiðslur, sum ikki krevja beinleiðis peningaflutning, sigur Bergur í Gaði, stjóri á Postverki Føroya.
Hann nevnir sum dømi, at tað fer at bera til at gera avtalu við eina bensinstøð um at taka ímóti og lata út pakkar. Taka í móti brøvum og selja frímerki og annað tílíkt, sum ikki krevur beinleiðis flyting av peningi. Hesi, sum avtalað verður gørd við, sleppa at taka avgreiðslugjøld fyri at senda pakkkar o.t., men sleppa ikki at flyta pening.
Tað fer so at hava við sær, at tænastan hjá einstaka borgararnum í fleiri førum fer at batna, sigur hann.
Her vísir hann til fleiri av smáu posthúsunum, sum bara hava opið heilt stutt tíðarskeið um dagin. Har er ringur møguleiki hjá fólki, sum er til arbeiðis, at avgreiða slík ting. Men verður hetta latið til dømis eini bensinstøð, sum er opin til seint á kvøldi, ber til hjá fólki at avgreiða slíkt, uttan at tað ávirkar eitt nú arbeiði.
Tað hevur verið arbeitt við hesum møguleikanum. Men tað verður meira ítøkiligt nú, nýtt partafelag verður stovnað, sigur postverkstjórin.
Sum almennur stovnur hava ymsar forðingar verið uppií. Eitt nú skal atlit takast til sáttmálan við Postfelagið, sigur hann. Tað fer at verða lættari hjá einum partafelag, enn tað er hjá einum almennum stovni, at gera serligar avtalur metir Begur í Garði.