Postverkið noytt at steingja

Eingin peningur er eftir í kassanum hjá Postverki Føroya. Úrslitið hevur verið hálvatriðju millión verri í ár enn í fjør. Hetta merkir, at Postverkið ikki klárar summarið, uttan tað fær hjálp frá politiska myndugleikanum

John Johannessen


Innan tríggjar mánaðir er kassin hjá Postverki Føroya púra tómur. Hetta hevur við sær, at virksemið hjá stovninum steðgar.

Hetta ásannar Bergur í Garði, postverksstjóri. Hann vísir á, at rakstrarúrslitið hjá stovninum er hálva triðju millión verri fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn tað var sama tíðarskeið í fjør.

Posverksstjórin sigur, at í 1999 hevði stovnurin eitt lítið yvirskot, men longu tá sá leiðslan, at tað fór at enda galið ár 2000.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, er kunnaður um støðuna hjá Postverkinum. Tað varð hann longu í oktober í fjør. Og hann er greiður yvir, at avleiðingarnar verða álvarsligar, fær Postverkið ikki eina almenna peningainnspræning.

Men Finnbogi Arge ætlar sær ikki at biðja tingið um eykajáttan til Postverkið, fyrr enn hann er vísur í, at bygnaðurin fyri stovnin verður broyttur, so Postverkið kemur at líkjast einum partafelag.


Grundarlagi fyri inntøkum fellur

Bergur í Garði, Postverksstjóri, sigur eina av orsøkunum hjá Postverkinum vera, at inntøkugrundarlagið hjá stovninum er alsamt fallandi. Postverkið er í harðari kapping við aðrar flutningstænastur, og merkist hetta væl á inntøkunum hjá stovninum.

? Eg vil ikki siga, at nýtslan av tænastum hjá Postverkinum er so nógv fallin seinastu árini, men nýtslan er avgjørt steðgað upp, og útlitini fyri, at hon aftur fer at vaksa eru ikki serliga bjørt við verandi bygnaði, sigur Bergur í Garði.

Ein onnur orsøktil vánaliga úrslitið er lønarsáttmálin frá í fjør. Lønarsáttmálin hjá postboðunum kostar Postverkinum fýra til fimm milliónir meira um árið, enn tann gamli sáttmálin gjørdi. Og Postverkið fær einki endurgjald frá landsins myndugleikum fyri lønarsáttmálan, eins og sjúkrahúsverkið og aðrir stovnar fáa.


Tørvur á íløgum

Allar íløgur hjá Postverki Føroya verða goldnar yvir raksturin. Men trupulleikin hjá Postverkinum er, at eingin peningur er eftir til íløgur, tá raksturin er goldin. Tískil hevur Postverkið í dag ein ógvuliga stóran tørv á íløgum.

Bergur í Garði sigur, at tað, at Postverkið ikki er sloppið at gera íløgur, hevur havt við sær, at Postverk Føroya í veruleikanum er niðurslitið og forfallið. Postverkið hevur ikki, eins og onnur posverk, havt møguleika at fara upp í KT-vinnuna og gjøgnum hana bjóða út tænastur til vinnulívið, eins og postverk aðrastaðni í heiminum.

Hetta heldur Bergur í Garði vera ein stóran smeit fyri Postverkið, tí tað júst av hesi orsøk ikki hevur somu inntøkumøguleikar sum postverk aðrastaðni í heimi.


Krevur nýggjan bygnað

Bæði landsstýrismaðurin í vinnumálum og postverksstjórin eru samdir um, at Postverk Føroya má hava nýggjan bygnað.

Postverksstjórin heldur, at vit mugu fáa eina skipan, ið inniber, at Postverkið í størri mun kann arbeiða sum eitt sjálvstøðugt felag. Hann vísir í hesum sambandi á, at Postverk Føroya er einasta felag í Norðurlondum, ið ikki arbeiðir sum eitt sjálvstøðugt felag, men harafturímóti er heft at politiska myndugleikanum.

Kortini vil postverksstjórin ikki vísa á nakra ítøkiliga loysn fyri Postverkið. Hetta heldur hann vera eina politiska støðutakan, ið hann ikki skal blanda seg uppí.

Finnbogi Arge, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur seg fara at krevja ein nýggjan bygnað fyri Postverkið. Hann vísir á, at hann sjálvur hevði dámt best, um Postverkið gjørdist sjálvstøðugt felag, men at onnur heldur ynskja eina millumloysn, soleiðis, at Postverk Føroya fær nøkulunda sama bygnað sum Post Danmark.


Viðgerast í landsstýrinum mánadagin

Landsstýrið hevur leingi vitað, at tað stendur illa til hjá Postverki Føroya. Tí hevur støðan hjá stovninum eisini verið viðgjørd á fleiri landsstýrisfundum seinastu tíðina. Men nú, postverksstjórin hevur boðað landsstýrismanninum í vinnumálum frá, at Postverkið ikki klárar summarið, verður akutti peningatørvurin viðgjørdur á landsstýrisfundi komandi mánadag.

Finnbogi Arge roknar kortini ikki við, at málið um Postverkið verður avgreitt í bræði. Hann væntar, at tað fer at verða neyðugt at kalla tingið saman í summarfrítíðini at viðgera støðuna hjá Postverkinum.