John Johannessen
Postverkið verður ein sjálvstøðug almenn fyritøka trý tey næstu árini. Men fyri at sleppa undan dupultfunktiónum skulu partar av virkseminum hjá Strandferðsluni og Posverkinum samansjóðast. Harafturat fer landsstýrismaðurin í Vinnumálum at biðja løgtingið um heimild at veita Postverkinum eina eykajáttan á 10 milliónir krónur, so virksemið ikki steðgar upp.
Hetta var úrslitið av landsstýrisfundinum í gjár, har støðan hjá Postverkið Føroya stóð ovast á fundarskránni.
Fyri góðari viku síðani kom alment fram, at kassin hjá Postverkinum er púra tómur, og at virksemið hjá stovninum steðgar innan tríggjar mánaðir, fær Postverkið ikki hjálp frá almenna myndugleikanum.
Lansstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, gjørdi tá greitt, at hann ikki ætlar sær at biðja tingið um eykajáttan, fyrr enn hann er vísur í, at bygnaðurin fyri stovnin verður broyttur, so Postverkið gerst alment partafelag. Hesum var Tjóðveldisflokkurin harðliga ímóti og vísti í staðin á eina millumloysn, ið innibar at gera Postverkið til sjálvstøðuga almenna fyritøku, eins og Post Danmark.
Gjørdist Post Danmark loysnin
Tjóðveldisflokkurin fekk sín vilja, tí nýggi bygnaðurin hjá Postverki Føroya kemur at verða snikkaður til eftir tí hjá Post Danmark. Men orsøkin til, at Finnbogi Arge hevur tikið undir við hesi loysnini er, at Postverkið fyribils bert skal hava hendan bygnað í trý ár.
Hesi trý árini skal ein nevnd hava evstu ábyrgdina av Postvekið Føroya, eins og vanligt er fyri partafeløg. Men tá tey trý árini eru liðin, skal nevndin avgera endaliga bygnaðin hjá Postverkinum. Og Finnbogi Arge hevur góðar vónir um, at nevndin tá fer at gera av, at Postverkið skal umskipast til partafelag.
Tað er tó ikki nóg mikið at hava funnið eina loysn á spurninginum um bygnaðin hjá Postverkinum. Neyðugt var eisini finna semju um, hvussu akutti peningatørvurin hjá Postvekinum skal loysast. Tí fer løgmaður í næstum at kalla tingið saman at viðgera eina umbøn frá Finnboga Arge, landsstýrismanni í Vinnumálum, um geva Postverkinum eina eykajáttan á 10 milliónir krónur.
At fáa hesa játtan roknar Finnbogi Arge ikki við fer at verða nakar trupulleiki, tí tingmenn vita av, at fær Postverkið ikki peningin, steðgar virksemið upp.
Skera burtur dupultfunktiónirnar
Sambært Finnboga Arge er landsstýrið samt um, at tað eru alt ov nógvar dupultfunktiónir í almenna flutningskervinum í Føroyum. Strandferðslan og Postverkið røkja í mongum førum somu uppgávur.
Tí skal nú arbeiðast fram ímóti at samansjóða hesar uppgávur. Til at gera hetta verður settur ein arbeiðsbólkur mannaður við fólki frá Strandferðsluni, Postverkinum og Vinnumálastýrinum.
Eftir ætlan skal arbeiðið ganga so mikið skjótt fyri seg, at farast kann undir eina politiska viðger av hesum longu í heyst.
Finnbogi Arge sær møguleika fyri, at Strandferðslan og Postverkið gera eitt partafelag, ið skal røkja farma og postflutning kring oyggjarnar. Tí er eisini í nýggja bygnaðinum fyri Postverkið eisini syrgt fyri at geva Postverkinum heimild til at stovna partafelag við síðuna av almenna postverkinum.
Landsstýrismaðurin í Vinnumálum heldur ikki, at neyugt verður við fleiri uppsagnum, um Strandferðslan og Postverkið leggja saman partar av virkseminum. Hann vísir á, nýggja partafelagið kann skapa fleiri vinnumøguleikar og tískil eisini varðveita arbeiðsplássini.