Fótbóltur
Hóast EB/Streymur er eitt lið, sum má liva við favoritleklutinum allar dystirnar við Margáir, so ætlaðu vespurnar hjá Paula Poulsen ikki, at gevast uttan stríð.
Næstan allan dystin var bólkurin úr Runavík omaná, tá teir alla tíðina løgdu press á verjuna hjá heimaliðnum. Hetta hevði við sær, at EB/Streymur hevði nógv bólttap á miðjuni, meðan verjuleikararnir týðiliga kendu seg illa, tá Bogi Løkin, Hjalgrím Eltør og Karoly Potemkin alla tíðina royndu at prika bóltin frá EB/Streymi, og tað riggaði eisini væl. Hetta hevði fyri tað mesta við sær, at verjuleikararnir royndu at gyppa bóltin frameftir, og tí fekk EB/Streymur fá góð álop.
Tó so, EB/Streymur spældi seg fram til nakrar møguleikar, men tað var púragreitt, at NSÍ alla tíðina var eina vespulongd frammanfyri.
Potemkin í hopla
Skal ein leikari á vøllinum nevnast, so má tað vera Karoly Potemkin, sum takkaði fyri tíðina hann vandi við Margáir, við at skjóta trý mál. Nú er hann komin fram á fimm mál fyri tveir dystir, og tað er nakað síðan, at nakar leikari hevur gjørt tað.
Tvey av málunum fekk ungarski áloyparin við høvdinum eftir vánaligt verjuspæl, og tað sást eisini væl, at Gunnar á Steig, sum vardi málið fyri EB/Streym, ikki er líka sterkur í luftspælinum, sum nógvir aðrir málmenn.
Seinasta málið fekk ungarin eftir eitt sera gott gjøgnumbrot hjá Hjalgrími Elttør, sum serveraði bóltin fyri føturnar hjá Potemkin, sum takkaði fyri og skeyt sigursmálið í dystinum.
Ferð á seinna hálvleiki
Í fyrra hálvleiki, sá dysturin út, sum flest aðrir. Nakað av spæli var, men tað taktiska hevði munin og tað fantastiska var ikki at síggja.
Men ímóti endanum á dystinum broyttist hendan myndin. Heili 4 mál vórðu skotin seinastu 20 minuttirnar, og verulig ferð var á.
NSÍ vísti besta spælið, meðan EB/Streymur megnaði nøkur fantastiskt ting upp á deyðbóltar. Har millum annað Bárður Olsen skeyt eitt fríspark úr einum 35-40 metrum. Tað sá út sum, at Meinhard Joensen, í málinum hjá NSÍ hevði stýr á støðuni, men áðrenn mann visti av, sang bólturin í netinum aftan fyri hann. Málmaðurin sá eitt sindur nipin út, men helst hevur bólturin broytt kós beint frammanfyri Meinhardi Joensen.
Hetta kundi verið ein kandidatur til ársins mál.
Men tað eru ikki bara EB/Streymur, sum dugir at skjóta fríspørk. Einar Hansen hjá NSÍ fekk somuleiðis møguleikan. Hann var einar 25 metrar frá málinum, tá hann smekkaði eitt rættiliga flatt skot framvið múrinum. Gunnar á Steig rakk ikki út til bóltin, og so hevði Einar Hansen skorað.
Brotsspark
Einar 10 minuttir fyri leiklok fekk NSÍ brotspark. Eftir gott pressspæl frá vespunum var Egil á Bø farin av sínum plássi, og royndi at spæla ein bólt frameftir. Hendan bóltin fangaðu runavíkingar skjótt, og Bogi Løkin varð spældur leysur. Hann setti málmannin av, men innanfyri Gunnar á Steig stóð Marni Djurhuus. Bogi Løkin skeyt bóltin móti málinum, og onkursvegna rakti bólturin Marna Djurhuus á armin.
Páll Augustinussen, sum annars dømdi ein góðan dyst, dømdi brotspark, hóast tað er torført at síggja, hvussu stóra skuld Marni Djurhuus hevði av, at bólturin kom á armin. Sum eitt plástur á sárið gav dómarin ikki reytt kort.
Tað kann hugsast, at Nemus Djurhuus, dómaraeygleiðari, hevði onkra heilsan til Páll Augustinussen um hendingina.
NSÍ fremstir
Sum úrslitini lagaðu seg í gjár, endaði tað við, at Pauli Poulsen, Karoly Potemkin og restin av vespunum liggja á odda við 10 stigum, og eru samstundis einasta ósigraða liðið.
EB/Streymur sær hinvegin ikki út til at vera ført fyri at liva upp til tað, ið tey flestu væntaðu frá meistarunum, ið tey flestu mettu hava eitt sterkari lið í ár, enn í fjør.