Poul hevði arbeitt við hugskotinum í trý ár

P/F POUL MICHELSEN 50 ár: – Tá eg uppdagaði, at hetta ber slett ikki til, at vit allir seldu tað sama, so vit fóru inn í eina nýggja bransju, sigur Poul Michelsen, sum nú fer burtur úr sínum egna lívsverki

 

Talan var um roynd fólk, sum fóru undir heilsøluvirksemið saman við Poul Michelsen í 1974. 

– Øll starvsfólkini, sum komu til okkara at arbeiða, høvdu verið hjá Balslev og seinni Kartna Winther frammanundan, greiðir Poul frá. 

Og tá hann hugleiðir um tíðina, tá hann seldi kring landið fyri fyrst Balslev og síðani Kartna Winther, so hevur hann hug at smílast. 

– Jógvan Weihe og eg plagdu at kappast. Og tá vit ferðaðust til dømis til Vágar, so spurdi hann, hvar eg fór. Jú eg fari til Sørvágs, segði eg. Og so segði hann, at han fór til Sandavágs. Og tá eg kom til Sørvágs, so var hann har. Soleiðis lumpaðu vit hvønn annan, men tað var ongantíð nøkur ósemja, men vit seldu allir tað sama, sigur Poul við einum smíli. 

Jógvan Weihe var tá hjá Landshandlinum.

 

Myndir: Móttøka PM 50 ár

– Tað er eingin eftir av teimum, sum arbeiddu við hasum, uttan eg sjálvur, øll tey eru farin. 

Hevði ætlað mær tað trý ár frammanundan 

Poul Michelsen hevði arbeitt við hugskotinum um at gera meira við køl, frysting og catering í eina tíð. 

– Tað var í veruleikanum hugskotið hjá mær, og tað hevði eg ætlað mær trý ár frammanundan. Men so bað Kartni meg koma við, og eg var, sum nevnt, ikki sørt errin av at vera boðin við at keypa, saman við Kartna Winther og Tórbjørn Sørensen. 

So var eg við, til eg uppdagaði, at hetta ber slett ikki til, at vit allir seldu tað sama, so vit fóru inn í eina nýggja bransju. 

 

##med2##

 

Visti ikki at hann var orðblindur

Poul Michelsen hevur ikki ta stóru skúlagongdina, men hann hevur arbeitt seg upp. 

– Tað var løgið at ganga í nógv harrans ár, áðrenn eg uppdagaði, at eg eri orðblindur. Eg føldi meg sum idiot, sigur hann. 

Men tað hevur gjørt, at tað verður ein evigur kampur, sum Poul Michelsen tekur til. 

– Tað er ein ómetalilga negativ tilvera, kann eg siga, tá eg hyggi aftur á tað. Men tá kom stríðsandin í meg, sigur Poul, sum vildi vísa teimum, at hann kortini kundi. ##med3##

##med4##

##med5##

Stórar broytingar upp á hálva øld

Hann greiðir frá, at tá tey byrjaðu fyritøkuna høvdu tey ein umsetning upp á tríggjar milliónir. 

– Nú nærkast vit 300 milliónir krónur í umsetningi. Tá vóru vit fýra starvsfólk, og nú eru vit sløk 200 starvsfólk í øllum samtakinum, sigur Poul Michelsen. 

Og tá vit fluttu niðan á Hoyvíksvegin høvdu vit 620 fermetrar. Nú hava vit 10.900 fermetrar innandura við tí nýggja frystaranum, sum vit byggja nú. 

 

##med6##

 

Spekuleraði upp á at leiga út

– Vit hava bygt út so hvørt, sum ráðini hava verið til tað, sigur hann. 

Men hvat ímyndaði Poul Michelsen sær í 1979, tá hann fluttu úr 100 fermetrum í Gundadali niðan í 620 fermetrar við Hoyvíksvegin? 

– Fyri at vera heilt erligur, so spekuleraði eg uppá, hvønn eg skuldi fara at leiga út til, og hvussu vit skuldu klára at fylla hendan stóra bygningin, sigur Poul Michelsen. 

– 620 fermetrar var so øgiliga stórt. Men vit fingu ein stóran frystara, tað var ein stór broyting í mun til frystaríiið úti hjá Jens Paula av Reyni á Fiskasentralinum. Tí har úti máttu vit leggja vørurnar ímillum rørini, sum luktaðu illa av amoniakki. 

 

##med3##

 

Tankin enn hin sami 

Í dag er tankin tann sami, tá vit tosa um P/F Poul Michelsen. 

– Sjálvandi er tað víðkað nakað við tað at Faxe er komið uppí, men vit hava eisini átt Fóm Ís, og hava nú eisini Kjøtbúðina og PM Pluss. Kjøtbúðina keyptu vit frá Otto Reinert, sum vit høvdu handlað við síðani byrjan. 

– Vit samstarvaðu øll árini við Kjøtbúðina, og so keyptu vit hana. Pylsan er jú verðinskend. Kjøtbúðin er framvegis eitt partafelag fyri seg og heldur til í húsinum, sum Kjøtbúðin bygdi í Akranesgøtu, sigur hann. 

Kjøtbúðin er gamalt virki, sum Jens Reinert í sínari tíð stovnaði. Virkið hevur røtur aftur til 1921, og hevur altíð lagt seg eftir at og hildið fast um, at gera fáar, men dygdargóðar vørur. 

 

Pakkaðu salat í C. Pløyens gøtu 

– Mamma og pápi pakkaðu salat fyri okkum í kjallaranum hjá sær heima í C. Pløjensgøtu, greiðir Poul Michelsen frá. 

– Vit fingu tað niðri frá í stórum baljum, so høvdu tey eina trakt, har tey doseraðu niður í smærri eindir. Tað gjørdu mamma og pápi í íbúðini, har Sólrun og eg búðu; tá vit vóru nýgift. 

– So fór tað beint í kølirúmið hjá okkum í Gundadali, sigur Poul, sum minnist, hvussu væl pápin fylgdi við. Hann hevði roknistykki, sum vísti nágreiniliga, hvussu nógvar pakkar tey pakkaðu hvønn dag. 

 

Nógv er broytt í økinum við Hoyvíkstjørn og við Hoyvíksvegin seinastu hálvu øldina. Á ovara myndini sæst Marinustøðin, Hoyvíkstjørn, fyrsta húsið í Tjarnarlág. Berið saman við niðaru myndini, so síggjast stóru broytingarnar...