Poul hevur góðar vónir

- Vónirnar eru góðar, men tað verður ikki nemt. Eg rokni við at tað verða tveir tættir dystir, sigur liðskiparin hjá ÍF, Poul Ennigarð.

 

Í fyrsta umfarinum stóð Undrið á skránni. Hóast tað er langt ímillum feløgini, so vann ÍF bara 1-0. Í fjórðingsfinaluni mátti umdystur til, áðrenn ÍF vann á B68.

 

- Tað er altíð stuttligt at spæla eina finalu. ÍF var í finaluni fyri fimm árum síðani og tá fingu vit bank av táverandi GÍ, so vit hava nakað at hevna, sigur Poul Ennigarð.

 

ÍF hevur havt viðgongd í seinastuni í landskappingini. Eftir sigurin á oddaliðnum HB í vikuskiftinum, hevur ÍF 15 stig á einum deildum øðrum plássi saman við Víkingi.

 

- Vit taka ein dyst í senn og allir dystirnir hava líka nógv at siga. Vit taka tann fyrsta dystin fyrst og so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Poul um raðfestingina nú so nógvir dystir eru á skránni.

 

- Vit hava onkrar smáskaðar, men vit skulu nokk klára at manna eitt sterkt lið, sigur Poul Ennigarð, ið spælur í miðverjuni hjá ÍF.

 

Spurdur um teir framvegis vera at finna í oddinum í føroyskum fótbólti eftir nógvu tøttu dysturnar komandu vikurnar, er boðskapurin greiður.

 

- Tað er planin!