Poul Michelsen skjýtur heilt við síðuna av

? Tað er ikki meiri enn nakrir mánaðir síðani at Poul Michelsen takkaði mær so hjartaliga fyri at gera Postverkið til alment partafelag, so eg skilji ikki, hví hann nú kemur sum ketta upp úr høvdatrogi, sigur Bjarni Djurholm

Postverkið

? Eg má bara bera yvir við honum!
Bjarni Djuholm, landsstýrismaður í vínnumálum, er er ørkymlaður eftir at partamaður hansara í fólkaflokkinum, Poul Michelsen, løgtingsmaður, í Sosialinum um vikuskiftið harðliga fanst at ætlanini at gera Postverkið til alment partafelag.
PoulMichelsen krevur, ætlanin um at gera Postverkið til alment partafelag verður broytt, annars tekur hann ikki undir við tí.
Hann sigur, at sum málið liggur nú, er ætlanin, at landskassin skal geva Postverkinum yvir 90 milliónir fyri onki og at tað fer at geva Postverkinum lætt spæl at køva alla kapping á økinum.
Hann krevur eisini, at fer Postverkið at kappast á økjum, sum ikki hevur við beinleiðis postflutning at gera, skal tað samstundis missa einkarrættin til postflutning. Og samstundis skal greiða fáast á mvg lógini, so at allir partar verða javntstillaðir, tí sum er, betalir Postverkið ikki mvg av postflutningi.

Høpisleysar
? Eg má siga, at eg skilji ikki hesar atfinningar, tí tær eru høpisleysar. Eg veit ikki um Poul Michelsen hevur sovið í tímanum, men hann hevur í øllum førum havt allar møguleikar at gera vart við seg, tí onki mál er so fyrireikað so væl í politisku skipanini í nógv ár, sum akkurát hetta.
? Og tað er ikki longri síðani enn 16. november í fjør, at Poul Michelsen fyri opnari mikrofon í Løgtinginum var mær sera takksamur fyri at eg hevði lagt uppskot fyri tingið um at fáa heimild til at seta upp til 30 milliónir í almennum partapeningi í partafelagið Postverk Føroya.
Tá ið tað uppskotið varð viðgjørt, umrøddi tingið eisini vandan fyri at almenna innskotið í Postfverkið fór at verða kappingaravlagandi
? Tá vóru ongar atfinningar og tí undrar tað meg, at Poul Michelsen skal siga stopp í Sosialinum leygardagin, eftir at uppskotið er lagt fyri tingið, sigur landsstýrimaðurin í vinnumálum.
Men hann leggur afturat, at hetta er so langt úti, at hann kann ikki annað enn bera yvir við Poul Michelsen, tí hann heldur, at hetta kann ikki vera annað enn ein merkilig roynd hjá løgtingsmanninum at gera vart við seg.
? Tað endaði so við, at landið setti 21 milliónir í partafelagið Postverkið, men av teimum, eru 5-6 milliónir bundin til serlig starvsfólkaviðurskifti, so vit hava skotið 15-16 milliónir í Postverkið sum tøkan pening.
? Hevði Poul Michelsen havt sett seg inn í ætlanina, hevði hann eisini varnast, at vit hava longu lagt upp fyri øllum tí, sum hann finst at.
? Og var tað nakað, sum Poul Michelsen ivaðist í, eri eg ongantíð longri burtur enn eitt telefonkall. Men í hesum sambandi hevur Poul Michelsen ongantíð sett seg í sambandi við meg um nakað sum helst, sigur Bjarni Djurholm.

Hevði onga viðmerking
Bjarni Djurholm vísir á, at ætlanin um at gera Postverkið til alment partafelag hevur verið til viðgerðar í øllum flokkunum.
? Eisini fólkaflokkurin viðgjørdi málið á minst tveimum fundum, har eisini Poul Michelsen var hjástaddur. Sostatt hevur Poul Michelsen havt allar møguleikar til at gera vart við síni sjónarmið. Men tað gjørdi hann ikki.Tvørturímóti skrivaði fólkaflokkurin bæði mær og løgmanni aftur, at hann hevði ongar viðmerkingar til málið.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað, sum nú er til viðgerðar í tinginum, er at lata nýggja partfelagið yvirtaka ognirnar hjá Postverkinum. Virðið á teimum er mett til góðar 70 milliónir.
? Men vit hava eisini lagt upp fyri, at Postverkið skal ikki fáa nakran fyrimun framum tey privatu feløgini.
Bjarni Djurholm sigur, at tað stendur beinleiðis í viðmerkingunum til uppskotið, sum nú er lagt fyri tingið, at neyðug stig skulu takast so at Postverkið ikki fær brúkt innskotið frá tí almenna til at køva allar kappingarneytarnar.
? Tað kann gerast við at alt virksemi hjá Postverkinum, sum ikki er vanligur postflutningur, verður lagt í dóttirfeløg, sum skulu rekast á handilsligum grundarlagi, uttan at peningur kann slúsast í tey frá móðurfelagnum.
Tað kann eisini gerast við at krevja vinningsbýti og tað ber eisini til at gera broytingar í viðtøkunum, so at Postverkið ikki kann brúka yvirskotið til at køva klappingarneytarnar, ella við at seta Postverkinum ásetingar um avkast.
Bjarni Djurholm vísir eisini á, at í samráð við Toll og Skatt, betalir Postverkið mvg av øllum flutningi, sum ikki hoyrir undir vanligan postflutning og sum tí er í kapping við onnur feløg.
? Samstundis er politisk semja um, at Fíggjarmálaráðið skal leggja uppskot fyri Løgtingið um at broyta mvg lógina, so at Postverkið og feløgini, sum tað kappast við, verða javntsett.

Pumpa pening í Postverkið hvørt ár
Bjarni Djurholm vísur á, at í løtuni er Postverkið í harðari kapping við onnur.Men nú er støðan tann, at tað almenna verður ár um ár noytt til at pumpa pening í Postverkið fyri at tað skal mala runt. Hesi seinastu árini hevur landskassin játtað Postverkinum minst 30 milliónir á fíggjarlógini, uttan at nakar hevur talað at, heldur ikki Poul Michelsen.
? Er tað nakað, sum er kappingaravlagandi, er tað skipanin sum hon er nú. Men tað, sum
vit nú gera, er heilt at loysa Postverkið frá landskassanum fyri at sleppa undan slíkari ójavnari kapping.
Nú Postverkið verður alment partafelag, skal tað gera stórar íløgur fyri at fáa samanhang í raksturin.
? Postverkið er bundið í tvey ár av sáttmálum við starvsfólkið. Samstundis hevur Postverkið umfatandi, altjóða skyldur í sambandi við Postflutning.
? Tí fær Postverkið tað alt annað enn lætt, nú tað skal laga seg til at arbeiða undir vanligum marknaðartreytum.
? Sostatt er tað ikki so, at vit sleppa einum almennum risa leysum, tí veruleikin er, at Postverkið verður bundið bæði á ein og annan hátt og hevur stórar avbjóðingar fyri framman, sigur Bjarni Djurholm.