Poul og Árni skoraðu perlumál

Við 2-0 sigri á útivølli ímóti B68 tók Víkingur seg í kvøld stórt stig nærri steypafinaluni

Seinnu hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið vera 17. juni. Eftir KÍ 4-0 heimasigur ímóti AB í gjárkvøldið og 2-0 sigur til Víking á útivølli ímóti B68 í kvøld bendir alt á, at tað vera KÍ og Víkingur, sum fara at spæla steypafinalu. Í 2022 vann Víkingur steypafinaluna 1-0 ímóti KÍ, og í 2016 vann KÍ steypafinaluna ímóti Víkingi eftir brotssparkskapping.

 

Tað endaði við 2-0 sigri til gestirnar, tá ið B68 í kvøld hevði vitjan av Víkingi. Hetta var fyrra hálvfinalan í kappingini um løgmanssteypið. Seinni dysturin verður í Sarpugerði 17. juni, og tað skal heilt nógv venda øðrvísi um fýra vikur, enn tær ger í kvøld, um víkingarnir ikki skulu vinna seg í finaluna.

 

Stóran part av tíðini í kvøld bar gongdin brá av, at hetta var fyrri partur av hálvfinalu, sum verður avgjørd í Gøtu um ein lítlan mánað.

 

Eitt stórt korter legði Víkingur seg á odda, og tá ið tað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, eydnaðist gestunum at økja um leiðsluna til 2-0, so sær tað svart út hjá toftamonnum.

 

Málini hjá Víkingi vóru sannar perlur.

 

Í fyrra førinum var tað Poul Kallsberg, sum staddur aftanfyri handara stólpan og við høvdinum smekkaði bóltin í netið, eftir at Olaf Bárðarson hevði spælt Inga Jonhardsson leysan. Hann streyk til baklinjuna í vinstru og sendi bóltin innfyri.

 

Í seinna førinum var tað innskifti miðvallarin Árni Nóa Atlason, sum úr 20 metrum og við innaru síðuni setti bóltin dygst undir tvørtræið.

 

Hetta var aðru ferð í ár, at B68 og Víkungur hittust á Svangaskarði. Víkingur vann fyri einum lítlum mánað síðani landskappingardystin 1-0, og í kvøld vunnu teir 2-0. Toftamenn høvdu onkrar spentar støður, men tað eydnaðist teimum ikki at vinna upplagdar málmøguleikar. Tá ið hetta verður havt í huga, er tað lítið, sum bendir á, at tað í Sarpugerði fer at eydnast teimum at vinna við tveimum málum og harvið at fáa longda leiktíð.

 

 

 

B68 – Víkingur 0-2 (0-0)

 

0-1: Poul Kallsberg 77.

 

0-2: Árni Nóa Atlason 91.

 

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

 

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Bárður Ólavsson Jensen – Magnus Holm Jacobsen, Jákup Norðoy Vilhelmsen – Marjus Nón, Hanus Højgaard,  Sebastian Lau Nielsen – Jóhan Josephsen

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Jónatan Lervig, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar, Stefan Radosavljevic – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson